Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvøldskúlin fevnir um dagin eisini

Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli bjóðar umframt síni vanligu kvøldskeið eisini morgun- og dagsskeið, vikuskiftisskeið, styttri skeið, skeið fyri tvey ættarlið og fyrilestrar, og næsta skúlaár, 2013/14 er ætlanin at víðka við enn fleiri tilboðum.

Rákið, ið eyðkennir samfelagsgongdina nú, er, at í kvøldskúlahøpi vilja fólk hava tilboð at brúka, tá ið best liggur fyri hjá teimum.

Kvøldskúlin lagar seg eftir broytta tørvinum, ið er ein kvøldskúla- og skeiðsdepil við víðfevndum tilboðum á morgni, um dagin og um kvøldið.

Skúlin fevnir um allar aldursbólkar

Áhugavert er at staðfesta, at heili 26 prosent av øllum næmingunum í Kvøldskúlanum eru undir 20 ár. 21 prosent umboða aldursbólkin millum 20 og 39 ár, 33 prosent eru millum 40 og 59 ár, og 20 prosent eru millum 60 og 90 ár. Men kynsbýtið er rættiliga ójavnt. Tað eru nógv fleiri kvinnur í kvøldskúlanum enn menn, og tað ber á brá at umhugsa fleiri lærugreinir, ið hava áhuga hjá monnum.

Einir 150 næmingar fleiri eru í Kvøldskúlanum í Havn hetta skúlaárið enn seinasta skúlaár. Tað eru eisini fleiri skeið enn seinast, og tað er í samsvari við útboðið av fleiri styttri skeiðum.

Hetta skúlaárið, 2012/13 eru til samans 2.502 aktivir næmingar í kvøldskúlanum, samanborið við 2.367 í fjør. Talið á skeiðum er 177 afturímóti 127 seinast. Eisini talið á lærarum er vaksið úr 130 til 135.

Alsamt fleiri staklærugreinir

Tilboðið hjá Kvøldskúlanum í Havn fevnir víða við verkligum og tímiligum, skapandi lærigreinum, og nógv tilboð eru til fólk, sum bera brek. Skúlin bjóðar eisini royndarfyrireikandi 10. floks staklærugreinir, HF-staklærugreinir og skeið í sigling. Av hesum eru serlig stakgreinaskeið á 10. floksstigi, sum skúlin skipar fyri í samstarvi við ALS-skipanina.

Hetta skúlaárið eru einar 30 lærugreinir komnar afturat, millum annað smíð- og matgerð fyri tvey ættarlið, í býin við Jørleif, frá veitslutalu til valtalu, heimsspeki, lær at klippa video, sangteknikkur og fyrilestrar um lóg, rætt og revsing í miðøldini.

Millum best umtóktu lærugreinir eru glaslist og moralfilosofi. Tilmeldingin til glaslist var so stór hetta skúlaárið, at tilmeldingin varð stongd eftir einum minutti og fýra sekundum, og ein bíðilisti varð aktiveraður. Bíðilistin varð stongdur, tá ið 150 næmingar høvdu skrásett seg á heimasíðuni hjá skúlanum.

Nøkur nýggj skeið byrja várið 2013, eitt nú leður- og skinnseyming, myndlist, glaslist, motorlæra fyri bátafólk, fínari matgerð fyri menn, indisk matgerð og teknmálsskeið.

Plásstrot

Hesin hugaligi gravgangur ber sjálvandi í sær, at Kvøldskúlanum í Havn, hóast bøttar umstøður, tørvar víðkað hølisviðurskifti, og tí er spennandi at vita hvagar tað ber við Marknagilsdeplinum. Verður hann veruleiki, skilst á býarmyndugleikum í Havn, at rúm verður eisini fyri Kvøldskúlanum í Havn.

Tey víðkaðu tilboðini hjá Kvøldskúlanum í Havn bera natúrliga í sær, at navnið, Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli, kanska ikki longur er í samsvari við tey mongu dagtilboðini, ið eru løgst til.