Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvøldseta um harðskap móti kvinnum

Livandi tónleikur og framløgur eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og Almannamálaráðið skipa fyri mikukvøldið 25. november.

Tiltakið er klokkan 20.00

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.

Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi.

Tey, sum taka lut eru:

•Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, sum fer at greiða frá virkseminum í Kvinnuhúsinum, sum fyllir 25 ár í ár.

•Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at tosa um ætlanirnar hjá samgonguni í sambandi við harðskap í parløgum og nærsambondum, og

•Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at tosa um næstu stigini í arbeiðinum at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Harumframt fer Lena Anderssen at framføra nøkur løg.

Kvøldsetan er í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn kl. 20.00, og hon er almenn og ókeypis.

Umframt livandi tónleik og framløgur bjóða vit kaffi og okkurt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin!