Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvøld fyri kvinnur og menn, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein

Bólkurin fyri tey , ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba, hittist til prát og hugnaliga samveru mánadagin 17. september kl. 19, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn.

Endamálið við bólkinum er m.a. : At koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør ørðum, og veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um móðurmerkjakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymiskum tiltøkum.

Skráin er hendan:

1. Runda - tey sum vilja, greiða frá síni støðu.

2. Kunning um norðurlendsku verkætlanina, “Tryggleiki á sólferiuni”, har Krabbameinsfelagið er við.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost:  ffk@krabbamein.fo  Í seinasta lagi fríggjadagin 14. september.

Vegna Móðurmerkjabólkin

Brynhild Høgnadóttir