Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnurnar sementeraðu sína støðu

Tað vóru tær báðar songkvinnurnar Konni Kass og Sissal, ið spældu seg víðari í fyrra umfarinum í Sement, sum var í gjár. Kappingin var sum vant hørð, men tá dómara trioin Kristoffer Mørkøre, Eyðfinn Jensen og Jensina Olsen. hevði tikið sína avgerð, so vóru tað Sissal og Konni, ið høvdu spælt seg til tey bæði fyrru finaluplássini. 

Í kvøld verður annað innleiðandi umfarð og tá skulu In Paralell, Tummas Eivind & Hans Arni, Maibritt “Emjay”, Slýggj og Iron Lungs kappast um rættin at sleppa í finaluna at kappast móti Sissal og Konni Kass. Finalan er komandi leygarkvøld.

Kappingin er hørð, tí nógv stendur uppá spæl, umframt heiðurin at kalla seg ársins nýggi bólkur, so fær vinnarin studiotíð í Studion Bloch og eitt gávukort frá Simma.** Annað innleiðandi umfar byrjar kl. 20 í kvøld í Reinsarínum.