Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnur niðursetta tíð ella dupult arbeiði? Hvat er orøkin, og hvør er loysnin?

Søguliga sæð hava kvinnur verið stýrdar av monnum við legitimatión m.a. úr religiøsum skriftum upprunaliga skrivaðar av monnum til menn. Tey patriarkalsku samfeløgini hava røtur sínar úr nevndu skrivtum og hava av somu orsøk verið kvinnukúgandi líka til okkara dagar, sjálvt um matriarkalsk samfeløg eisini hava eksisterað, men tað er ein onnur - sera áhugaverd - søga, sum ikki skal verða tikin til umrøðu her.

Frá skapanarsøgum okkara hava vit m.a. frá prestum og predikantum bert fingið tað einu útgávuna, nevniliga hana um Adam og Evu, har Adam (ið annars merkir menniskja9 og Eva (sum merkir móðir) vórðu skapt. Adam fyrst og síðani Eva. Trykk verður lagt á raðfylgjuna. Men har er ein onnur útgáva av skapanarsøgu í fyrstu Mósebók fyrsta kap., har bæði verða skapt samstundis (v.27) og har tíðuliga framgongur at maður merkir menniskja, sum kall- og kvennmann skapti hann tey. Annars kunnu vit síggja, at í aðrari skapanarsøguni er vatnið vinur og í hinari fíggindi. Vøo. er onnur vorðin til í Sumer millum Eufrat og Tigris, meðan hin er vorðin til í umhvørvi við oyimarkar lendi. Og tað er heilt í tráð við religiónssøguna. Spurningurin er, hví menn hava valt, soleiðis sum teir hava valt, og hvørjar avleiðingar hetta valið hevur havt og hevur fyri kvinnuna eisini í dag.

Menn hava við vilja valt ikki at siga søguna um, at bæði vórðu skapt í senn og í somu Guðs mynd, tí teir við Adam og Evu soleiðis - eisini á tí andaliga planinum -kundu legitimera munin á kynunum, og rættin til yvirorðnaða faðirrolluna sum verandi ta røttu í øllum lívsins viðurskiftum, og hetta hevur í flestu førum - til allar tíðir - og enn tann dagin í dag - ført við sær, at menn - sjálvt funktionellir analfabetar - hava kunnað hevdað seg uppá kvinnurnars bekostning, til stóran skaða fyri bæði kynini og samfelagið sum heild, tí nógvar potentiellar ressoursir sostatt eru køvdar ella - sum í okkara førum eru flýggjaðar frá fávitskuni og tí fjaldu og almennu kúganini við andaligum legitimiteti og mannschauvenismu í reversinum.

Og hóast Meistarin ongantíð og ongastaðni er tikin í, at umboða kvinnukúgan - hvørki í orði, talu ella verki, so ganga hansara sokallaðu umboðsmenn bæði í orði, talu og í verki inn fyri og framheva kynsmunin við mismuni til kvinnurnar, ið ikki kunnu javnstilla seg við menn. Nakrar hava í mínari tíð eisini skula gingið í hatti og hildið seg frá at prædika um Meistaran, ið eisini var kvinnurnar trúfasti vinur, tað stuttu tíð, hann vitjaði á foldum, og er tað enn. Mann hann ikki gráta yvir at verða misbrúktur og tað av sínum egni??

Í miðøldini brendi kirkjan uml. 5 mill. kvinnur. Mundi prestarnir hava lisið t.d. Paulus?Hitler helt seg hvíla á kristnari grund, tá hann útruddaði jødar eftir uppskrift frá Luther, sum annars er ein av hornasteinunum undir Luthersk-evangelisku fólkakirkjuni, og tá hann plaseraði kvinnurolluna við kendu orðunum:"Kinder, kúchen und kirche". Stóri kúgarin visti hvat hann gjørdi, og mong góvu honumum rætt, og tíverri eru framvegis mong, ið framvegis geva honum rætt. Tað er lætt bæði at síggja og hoyra.

Kvinnan skuldi kenna sítt pláss - eisini her hjá okkum - og eisini í okkara tíð. Eg havi áður víst til ágangin móti barnagarði her á staðnum fyri uml. 30 árum síðani, har menn skipaðu mótmæli og hildu røður ímóti barnagarðsætlanunum og samstundis háaðu tey, ið løgdu rygg til, tí pláss kvinnurnar var og skuldi framhaldandi vera sum á døgum Hitlers. Nakrir av hesum monnum eru enn virknir í høgum størvum , so ein neyðug broyting verður uttan iva aktivt mótarbeidd við sama lag..

Tá nú um dagarnar verður víst á, at prosentvíst flestar kvinnur við niðursettari tíð í Norðurlondum finnast í Føroyum, so hevur tað einki við skattin at gera (annars kann eisini viðmerkjast, at flat-tax ikki er nakar fyrimunur, sum lagt verður upp til, sum skal viðføra fleiri í arbeiði og meiri arbeiði hjá tí einstaka - heldur tvørturímóti), men við tað djúpt konservativu kúganina við: kinder, kúchen und kirche, ið gevur kvinnum dupultarbeiði og ofta kroniska ringa samvitsku, tí alt ikki verður nátt og gjørt so væl, sum ynskiligt er ella kundi verið.

Hartil kemur, at kanningar vísa at nógv kvinnuarbeiði, sum hevur við fólk at gera, er sera stressandi og sjúkuelvandi, so fyri ikki at gerast sjúk, velja tær kvinnur, ið kunnu, at fara í niðursetta tíð. Og tá so spart verður á økjunum, veksur byrðan og møguleikin fyri stressrelateraðum sjúkum økist tilsvarandi. Og enn fleiri fara í niðursetta tíð, um tey so hava ráð til tað ella ikki.

Annars er alt kvinnuarbeiði uttan fyri heimi dupultarbeiði, so niðursett tíð er tað mest logiska, um møguleiki er til tess.

Tað er sostatt eingin skattaskipan, sum hevur avgerandi týdningin í niðursetta kvinnuarbeiðinum. Størsti meinbogin er heilt klárt tann reaktioneri andaligi og politiski dominansurin, ið enn er ráðandi á hesum klettum, ið vit búðleiðkast á. Fara vit til hini norðanlondini, har teir sosialu og liberalu vindarnir blæsa fríska luft inn í støvfullu reaktionæru andshallarnir og politisku skipaninar so sæst ein menniskjans frígering sum viðførir javnstøðis metan av okkum sum menniskju, og sum loysir upp fyri mongum, ið áður var bundið. Menniskja verður sett í frælsi.

Argumentini um høgan skatt, ið heldur fólkini frá at arbeiða, heldur ongastaðni. Tey verða einans brúkt fyri, at fólk skulu góðtaka flat-tax, ið er ein høgraradikal fíggjarlig kollvelting við einvegis fyrimunum fyri tey vælbjargaðu.

Um vit lurta eftir tíðindum úr USA ella Danmark ella øðrum londum, so vilja politikararnir allastaðni hava tey ríku til at gjalda meira í skatti, tí peningur manglar. Hjá okkum skulu tey ríku hava nógv meira til sín sjálvs via flat-tax, meðan hini - tá alt er gjørt upp - skulu hava minni. Hetta verður aldarinnar høgraradikala kupp, ið skjótt fær nógv fleiri til at rýma. Og hesir hava tosa um, at fáa fólk heimaftur, men tað verður av ongum. Sum tíðin líður verða teir noyddur at innflyta eystureuropæarar, kinesarar og onnur fólkasløg úr teimum lágløntu londunum til at gera vanliga arbeiði til óvanliga lítla løn.

Kvinnurnar hava annars gjøgnum tíðirnar gjørt eitt megnararbeiði bæði úti og heima, eitt arbeiði, ið átti at verið skrivað niður í bókum fyri seg og møguliga eisini sum ein doktararitgerð, tí nógv og gott er at granska í. Tað hevði verið ein óvurderiligur skattur, sum kundi fingið allar kvinnur í hesum landi at rætta ryggin í stoltleika yvir teirra móðurliga og kvinnuliga upphav.

Annars undrar tað meg almikið, at serliga menn, men eisini kvinnur við mannligum identiteti, næstan ganga bersherskaragongd, tá kvinnur alment gera vart við, at tær ynskja einhvørja broyting javnstøðuni at frama. Munnu tey gerast bangin?** Innan útbúgvingarumráðið eru kvinnurnar við stórum fetum á veg fram í fremstur røð og hava fyri tíð síðani yvirhála menninar, sum nú eru í minniluta á flestu útbúgvingarstøðum.

Menninir eru í tí ivasomu støðu. at stóra fleirtali eru menn, tá talan eru um tey ófaklærdu. Hetta hevur keðiligar fylgir við sær, tí vit vita, at tað eru teir, ið fyrstir gerast arbeiðsleysir, og annars hava lítlan tjans at stovna familju, tí konufólk velja teir frá. Hetta vísa kanningar. Samfelagið hevur sostatt eyka skyldu til at geva flest møguligum eina útbúgving sum kvalifiserar til eina fakliga útbúgving.

Og síðani kemur spurningurin um, hví vit mangla 2000 kvinnur í burðardyggum aldri í Føroyum, og hvussu vit fáa okkara ungu - og har er tað serliga kvinnurnar - í staðin at leita heim aftur eftir lidnan lesnað.

Eg eri stórliga bangin fyri, at vit við flat-tax fara at missa nógv fleiri, enn vit higartil hava gjørt. Tey 2000 kunnu skjótt blíva bæði til 4000 og 6000, heldur enn at minka, tí vit eiga - um vit veruliga vilja hava tey aftur - í staðin at bjóða okkara ungu - bæði úti og heima - eitt tolerant og millum kynini javntstilla samfelag við góðum barnagørðum og skúlum og við allarbestu frítíðarfasilitetum. Lønin má vera javnt góð og hartil mugu vit øll - og ikki nøkur fá útvald - eiga Føroyar.

Sambandið til útlondini má vera gott, og vit mugu taka okkum av hvørjum øðrum, heldur enn at útnytta hvønn annan.

Og politiski myndugleikin - bæði lands- og kommunalt - má vera samansettur soleiðis, at hann á jøvnum føti umboðar bæði kynini. Gera vit tað, so er vón fyri stavn. Lata vit standa til, so kunnu vit pakka saman sum tjóð og lata lágløntar útlendingar yvirtaka tað fysiska arbeiði hjá heimligu tilfeingismilliarderunum og teirra strámonnum innan fiski- og oljuvinnu.

Og tað er nú, at vit skulu velja síðu. Vilja vit føroyingum - kvinnum og monnum, børnum okkara og eftirkomarum teirra væl - so mugu vit krevja javnstøðu á øllum økjum. Alternativið er ræðandi.

Dagfinnur Danbjørg