Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnur í útlegd

Kanska átti at verðið borað djypri, enn borað er higatil, fyri at finna orsøkirnar til , at so mangar av okkara góðu, vøkru og sera dugnaligu kvinnum velja at fara fyri síðani at blíva í útlegd.

Vit eru mong, ið sakna tær 2000 kvinnurnar í besta aldri, sum í verandi støðu velja ikki at koma aftur, men sum - um tær valdu Føroyar sum heimland - bæði kundu hækka verandi støðið herheima og føtt okkum mong børn og soleiðis verið við til at bygt og styrkt okkara land bæði nú og í framtíðini. Tí hevði tað verið serstakliga gott, um vit hoyrdu fleiri av tykkara røddum, hvar tit grava nakrar spakar djybri niður í substansin enn - mest menn hava gjørt higartil -. Kanska kundi tykkara frágreiðingar á tann hátt verið viðvirkandi til, at núverandi sjálvsøgdu framíhjárættindi hjá monnum, kundu verðið broytt til javnrættindi, og at slatur og sleyg fingu ein kjaftfisk og vóru niðurgradueraði til tað, tað er.

Tí vit vita frá mongum, serliga kvinnum, hvønn alstóran týdning bæði javnstøða, og tað, at kunna flyta seg runt í samfelagnum uttan eygleiðing við eftirfylgjandi slaturi og sleygi hava. Og tá javnstøða kann fáast saman við góðum passandi størvum, ansingarplássum og frítíðaraktivitetum og saman við góðum arbeiðsfelagum í útlondunum, so er oftani nokk til, at fáa serliga kvinnur at siga Føroyum farvæl. Tað skilji eg - og mong við mær - væl.

Hetta við, at kvinnur skulu tiga í samkomum og annars vera undirbrotligar, er kanska á veg út, men arvurin er har enn, og er til stóran skaða bæði fyri kvinnufrígerðingina og javnstøðuna, men tað er skiljandi, tí tað er sjálvandi lættari at flýggja til lond, har trupulleikarnir eru loystir, heldur enn at taka stríðið upp herheima.

Vit síggja m.a. eisini, at jú hægri vit koma upp í samfelagspyramidurnar og í vinnulívspyramidurnar herheima, jú færri kvinnur eru at finna. Hví man tað vera so?

Tí vit hava leingi vita , at gentur og kvinnur klára seg nógvar ferðir betri enn dreingir og menn í skúlunum frá barnaskúla til og við lidna universitetsútbúgving. Hví fáa so - sum oftast - menn leiðarastørvini? Er hetta í tráð við føroyska tíðaranda ella onkran annan anda?

Góðu kvinnur burturi og heima. Gerið vart við tykkum, so vit kunnu finna og virka fyri loysnum, sum gagna øllum pørtum. Trupulleikin er av slíkum slag, at vit mugu fara til verka í dag heldur enn í morgin. Og vit mugu standa saman.

Eg kom meira ella minni av tilvild - meðan eg skrivaði greinina - fram á eina yrking hjá Hans J. Glerfoss, sum rámandi sigur nakað um slatur og sleyg, sum eg annars havi verið inni á í greinini. Yrkingin eitur

TEY.

Tey

Tú - kennir tú tey - ?

tey - sum vistu, at Janus

hevði brotið beinið -

- tey, sum vistu, at Pól

hevði verið ótrúgvur

og at Jóhanna skuldi hava

smá,

og, at hon ikki sjálv visti,

hvør faðirin var

og tey sum vistu, at vegna ólevnað

kundi Elsa ikki fáa fleiri børn,

tí tað segði læknin -

og tey, sum vistu at siga frá tær tað,

tú ikki visti sjálvur?

Sært tú - fyri eygu hesa teimum,

sum eingin veit navn á,

torir tú ikki út í ópressaðum

brókum -

og vegna tanka hesa navnleysu

skammar tú teg yvir tað, tú als ikki

hevur grundir at skamma teg yvir,

og áðrenn títt fríska sinni letur

ein látur av, vegar tú løtuna

um tað nú kann vera hóskandi.

Ella - ert tú ein av hesum, "TEIMUM"

____

FJANDANS BØLMENNI!!!

Dagfinnur Danbjørg.