Kvinnumyndir – kvinnurøddir
Hvør var omma tín? Langomman? Ommu- ella abbasysti? Kennir tú søguna hjá kvinnunum í familjuni?
vør var familjan, gingu tær í skúla, fingu tær nakra útbúgving? Arbeiddu tær heima ella úti? Hvørjar dreymar høvdu tær, hvørji kor og hvussu lagaði lívsleiðin seg? Hvønn týdning hevur hetta havt fyri foreldrini hjá tær, fyri teg og tína kós?
Í søgubókunum í Føroyum eru tað eins og í øðrum londum oftast søgurnar hjá monnunum, sum vit sleppa at lesa. Og hetta er galdandi langt inn í 20. øld.
Orsakirnar eru fleiri. Ein er, at vit kvinnur ikki hava verið nóg raskar at siga søgurnar hjá kvinnum í Føroyum.
Vit mugu finna og siga kvinnusøgurnar, meðan tað enn ber til. Vit mugu geva formøðrum okkara rødd og rúm við at lýsa tær alment. Vit fáa søgurnar fram í ljósið við at siga frá tí, sum vit minnast sjálvi, við at spyrja onnur, sum minnast, og við at leita í privatum og almennum mynda- og skjalagoymslum.
Til hetta endamálið er stovnað ein síða á Facebook við heitinum Kvinnumyndir – Kvinnusøga í Føroyum
Sig okkum søguna um kvinnurnar í tíni ætt
Tú kanst gera títt íkast. Fortel, hvørjar kvinnurnar í tíni ætt vóru. Tær eru eisini formøður hjá øðrum, sum kanska ikki kenna søgurnar, og skyldkonur og fyrimyndir hjá øðrum.
Skotið verður upp at deila nakrar myndir av hvørjari kvinnu, sum barn, ung, vaksin og/ella gomul.
insamøll ella saman við foreldrum ella systkjum, við vinkonum, skúlafeløgum, arbeiðsfeløgum, manni, børnum ella øðrum. Gerandis ella stásklødd. Heima ella úti til arbeiðis. Serliga forkunnugar eru myndir av barnakonum, tí tær eru sera sjáldsamar. Myndirnar mugu vera so almennar, at eingin í familjuni fær ilt av, at onnur síggja tær.
Saman við myndunum kanst tú siga frá: Navni, føðingardegi og deyðadegi, foreldrum og systkjum, bústaði sum barn. Fólkaskúla, háskúla, húsarhaldsskúla ella aðra útbúgving, húsmóðir, bóndakona og/ella lønt arbeiði. Møguligum maka og børnum, bústaði sum vaksin.
Alt møguligt annað er sjálvsagt eisini áhugavert. Deilið tó bert tað alment, sum tit halda er hóskandi. Annað kann kanska takast upp seinni ella deilast við tey í familjuni. Hetta er eisini eitt gott høvi at tosa saman í familjuni um kvinnurnar, sum vit vita alt ov lítið um.
At byrja við verður skotið upp at siga søgurnar um kvinnurnar, sum eru føddar fyri 100 árum síðani ella fyrr, altso fram til á leið 1920 árini. Men spyrjið og skjalfestið endiliga eisini søgurnar hjá teimum, sum eru føddar seinni eisini. Og skjalfest tína søgu við egnum orðum.
Hvør kvinna fær sítt egna rúm
Fyri at kunna leggja afturat søguni hjá hvørjari einstakari kvinnu, so er gjørt av at savna tilfarið um hvørja kvinnu í eina myndamappu. Hon fer at verða kallað við navni og føðiári hjá kvinnuni. Teksturin verður lagdur sum lýsing fyri mappuna. Hann kann altíð rættast ella leingjast við fleiri upplýsingum. Myndirnar kunnu hava myndatekstir, og tað kunnu leggjast fleiri myndir afturat. Til ber hjá øllum at viðmerkja myndamappuna og einstøku myndirnar.
Í fyrsta umfari er ætlanin, at umsitarin leggur allar myndir og tekstir út fyri at tryggja, at leisturin verður tann sami.
Send eitt wordskjal við teksti um kvinnuna. Viðfest eisini 1-10 myndir, sum mugu eita nr. 1, 2, o.s.fr. Set myndatekst í wordskjalið við myndanummari á.
Send tilfarið til: kvinnumyndir@gmail.com
Tilfarið verður lagt út, so skjótt tað liggur fyri. Fyrivarni verður tikið fyri, at tað kann taka nakað av tíð, um nógv tilfar kemur í senn.
Um myndir ella tilfar ikki verður mett hóskandi at almannakunngera, verður boðað frá hesum.
Vinarliga
Annika Sølvará, stigtakari og umsitari
Kvinnumyndir – Kvinnusøga í Føroyum