Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd frá Lions.

Kvinnubólkurin hjá Lions savnar pening til til vælgerandi endamál fyri børn

Lions klub Liljan, ið er kvinnubólkurin hjá Lions, skipar fyri einum tiltaki, har endamálið er at savna pening til vælgerandi endamál fyri børn. Tiltakið verður 2. desember, sama dag sum Lions Club Tórshavn hevur sítt góða afturvendandi tiltak í plantasjuni.

Vit fara m.a. at hava eina framsýning við málningum, sum forskúlabørn í Tórshavnar Kommunu hava málað. Eisini koma vættrar á gátt, og eitt barnakór fer at syngja nakrar jólasangir.

Kaffi og køkur verður at fáa.

Tiltakið er ókeypis, inntøkan vit fáa, verða frá ymiskum fyritøkum, ið hava játta at stuðla tiltakinum.

Tiltakið verður í Miðstovninum í Gundadali sunnudag 2 des. Kl 15-18.

Vit hava hesuferð valt at stuðla “Beranum”. Berin er felag fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.

Vinarliga

Vegna Lions Liljan

Anna Olsen