Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KvF leiðslan vildi ikki tað óhefta og sakliga

Gamlar Perlur: Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur í góðari tíð gjørt vart við, at hann ikki kann luttaka í sendingini "Heðin og Havnin", um Jan Lamhauge ikki verður tikin av sendingini. Men bæði stýrisformaðurin, Rúni Heinesen, og KvF-stjórin, Dia Midjord, hava valt ikki at taka kritikkin til eftirtektar, tó at hann byggir á grovar hendingar, sum Jan Lamhauge, fekk sera álvarsamar átalur fyri í sendingini um "Brandfelluna". Tað er eisini prógvað, at Stýrið og kvF-leiðslan koyra í einum spori, at Stýrið, sum hevur fingið klagur um kvF, hevur biðið KvF um at kanna seg sjálvt í øðrum máli.

Varð seinast lagt út á netið, 08. desember 2015:

Oyggjatíðindi hevur biðið um innlit í hetta mál, og vit hava undan sendingini valt at kunngera spurningarnar frá KvF, men lýsa so eisini svarið frá Havnar kommunu, fyri at veita trygd fyri, at hetta kemur fram alment, skuldi áhugi verið fyri ikki at kunngera hetta í sendingini, sum nhevur hesa yvirskriftina:

Tórshavnar kommuna veksur og veitir borgarum fleiri og betri tænastur, og tí økjast inntøkur og útreiðslur

Spurningur 1

Raksturin av kommununi er farin úr 610 mió í 2010 til 745 í 2015. Hví er kommunan blivin so dýr at reka?

Svar 1:

Tað ber ikki til bert soleiðis hissini at pástanda, at Tórshavnar kommuna er blivin dýrari at reka uttan at fara afturum tølini. Tað er ein óseriøs einfaldgering av veruleikanum. Við fleiri borgarum, betraðum tænastum og fleiri skyldum veksur kommunala virksemið, og raksturin fylgir sjálvandi við. Bæði inntøkur og útreiðslur økjast, og tað er náttúrligt í høvuðsstaðarkommununi, sum veksur.

Hyggja vit at rakstrinum seinastu fimm árini (2010-2014), eru rakstrarútreiðslurnar netto hækkaðar í meðal uml. 2% um árið. Samstundis hevur inntøkuvøksturin verið á sama støði. Stór ferð hevur verið á búskapinum. Lønarvøkstur hevur verið, og eisini hava lógarbroytingar og ásetingar í kunngerðum frá landsstýrinum borið í sær útreiðsluvøkstur vegna nýggj málsøki og hækkað gjøld, ið kommunan onga ávirkan hevur á. 

Fólkavøkstur hevur verið í Tórshavnar kommunu í hesum 5 ára skeiði, fleiri borgarar eru í kommununi, og samstundis bjóðar kommunan borgarunum fleiri og betraðar tænastur.

Kommunurnar í Føroyum yvirtóku eldraøkið í januar 2015. Tað ávirkar sjálvandi raksturin fyri 2015, men hetta er ein broyting uttaneftir. 

Størstu broytingarnar í rakstrarútreiðslunum eru annars innan almanna- og heilsumál, har talan í stóran mun hevur verið um lógarbundnar útreiðslur innan barnaverndarøkið, samstundis sum fleiri børn og ung eru løgst afturat í barnavernarskipanini. Tað eru serliga útreiðslur til børn í fosturfamiljum og brúkaragjøld til serstovnar hjá landinum, ið standa fyri vøkstrinum í útreiðslunum. Í 2013 hækkaði Landsstýrið brúkaragjøldini fyri serstovnar við ikki minni enn 100 prosentum. 

Útreiðslurnar til fíggjarlig frípláss eru somuleiðis øktar. Hetta er helst ein prísur, kommunan má gjalda afturfyri at vera lestrarbýur, men í kommununi fegnast vit um, at Fróðskaparsetrið tekur fleiri lesandi inn. 

Aðrar orsøkir til vøkstur í rakstrinum eru innan tekniska økið. Tórshavnar kommuna eigur nógvar bygningar og hevur raðfest at viðlíkahalda bygningar fyri at varðveita virðið á bygningunum. Kommunan veksur, sum áður nevnt, og tað ber m.a. í sær økt virksemi og vøkstur í útreiðslum til vegakervið, asfaltering, gøtuljós, áir, yvirflatuvatn og veitir. 

Í Tórshavnar kommunu hava vit eisini ókeypis bussleið, sum varð útboðin av nýggjum frá 2011 til 2017. Broyting í útreiðslunum skyldast prístalsbroytingum sambært sáttmálanum av tímataksti, og at tað eru fleiri rutur og fleiri tímar enn áður. Stutt sagt, tænastan er vorðin munandi betri.

Inntøkurnar í Tórshavnar kommunu eru øktar eins og í restini av landinum, men siðvenja er, at kommunan hevur eina varisliga fíggjarmeting og skynsama fíggjarstýring. Samlaða lániskuldin er í tíðarskeiðinum farin úr 167 mió. kr. niður í 111 mió. kr. Langfreistaða skuldin pr. borgara í kommununi er kr. 5.567, ið er ein tann lægsta í landinum. 

Skattaprosentið er hetta tíðarskeiðið lækkað úr 20,75 % niður í 20,25 % í 2013 og upp aftur longri niður á 19,75 % í 2016. Barnafrádrátturin hækkaði í 2013 úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Í 2016 verður skattaprosentið 19,75%. 

Sostatt ber ikki til bert soleiðis hissini at pástanda, at Tórshavnar kommuna er blivin dýrari at reka. Veruleikin er meira samansettur enn sum so, og harumframt ber úrslitið boð um skynsama fíggjarstýring, sjálvt tá tíðirnar eru góðar. 

Stjórnarskrivstovan loysir týðandi uppgávur í 

miðfyrisiting kommununar, og tað er burturvið 

at pástanda, at skrivstovan fremur “politiskar 

herferðir” vegna ein borgarstjóra


Spurningur 2:

Tit brúka eitt nú nógvar pengar uppá stjórnarskrivstovuna, hvørs uppgáva sambært roknskapinum eitt nú er ”at hava ábyrd um tíðindaflutning kommunurnar”. Alt hetta við at brúka so nógvan pening upp á myndir, bukettir og positiv tíðindi er hetta eitt kommunalt endamál? Á hvønn hátt? (tað kann jú sera væl tulkast sum at politiskar herferðir at mála eina positiva mynd av borgarstjóranum)?

Svar 2:

Tað er burturvið at pástanda, at ein deild hjá Tórshavnar kommunu fremur “politiskar herferðir” til fyrimuns fyri ein borgarstjóra. Eisini er tað heilt skeivt at fokusera á “tíðindaflutning” sum eitt virksemi í sjálvum sær ella sum partur av nakrari “politiskari herferð”. 

Landsins størsta kommuna hevur eina sjálvsagda skyldu til at kunna borgarar um víðfevnda virksemið í kommununi. Hetta er ein nátúrligur partur av uppgávuni hjá kommununi, og kommunan hevur valt, at stjórnarskrivstovan skal loysa hesa uppgávu. Harumframt loysir stjórnarskrivstovan fleiri aðrar og týðandi uppgávur.

Uppgávur hjá stjórnarskrivstovuni eru í stuttum: 

At vera skrivstova og móttøka hjá borgarstjóra, kommunustjóra, tekniska stjóra, 
        trivnaðarstjóra og fyrisitingarstjóra. 
Ábyrgd av kunning kommununar
Vegleiða í samskiftisspurningum. 
Fyriskipa, avgreiða og fylgja upp á fíggjarnevndar- og býráðsfundir. 
Aðrar uppgávur innan fyrisiting og umboðan.  

Á deildini starvast:

Deildarleiðari við yvirskipaðari ábyrgd av arbeiðinum á skrivstovuni.
Eitt borðgreiðslufólk í móttøkuni, ið eisini fyrireikar fundir, tiltøk so sum starvsdagar v.m.,           vitjanir og umboðan. Somuleiðis fyriskipar hetta starvsfólk innkeyp og umsitur goymslu.
Eitt samskiftisfólk, ið kunnar um virksemi v.m. í Føroya størstu kommunu, ger tekstir til
        og annað kunnandi tilfar fyri alla kommununa, skrivar tíðindaskriv frá býráðsfundum,                     upplýsir mál fyri stjórn og býráðslimir o.a.
Ein stjóraskrivari 
Ein málsvðgerði, ið m.a. fylgir upp á fíggjarnevndar- og býráðsfundir, innlitsmál v.m.                   faldarar

Tá ið tað snýr seg um myndir, kann upplýsast, at kommunan hevur virðismikið myndasavn av tilburðum og tiltøkum í kommununi, ið gongur nógv ár aftur í tíðina. Tað hevur uttan iva bæði siðsøguligt virði, bæði lokalt og fyri alt landið. Kommunan letur framhaldandi myndir taka, og tær eru væl skipaðar og skjalfestar til eftirtíðina.

Blómuheilsanir verða latnar eftir greiðum leisti, sambært siðvenju og sambært samtyktari mannagongd um merkisdagar. 

Blómur vera latnar til hesi høvi:

- Borgarligar vígslur á ráðhúsinum/býráðssalinum.

- Tá ið borgarar í Tórshavnar kommunu fylla 80, 90, 95 og 100 ár.

- Tá ið rundir starvsdagar eru hjá teimum uml. 2.000 starvsfólkunum á stovnum og í fyrisiting hjá       Tórshavnar kommunu.

- Tá ið nýggjar fyritøkur og handlar lata upp í kommununi.

- Við almennar móttøkur og vitjanir í kommununi.

Umboðan í høvuðsstaðarkommununi hevur týdning, og einki nýtt er í, at kommunan hevur móttøkur og er vertur, eisini vegna landsstýrið og landsins stovnar

Spurningur 3:

Nýtslan á umboðskontuni hja borgarstjóranum hevur ligið upp móti einari hálvari millión krónum um árið hetta valskeiðið. Hvat fyri eftirlit er við hesi nýstlu? Hevur skattgjaldarin nakað gleði av, at borgarstjórin kann bjóða mat og drekka? Hvar gongur markið millum privata nýstlu og almenna nýstu? 

Svar 3:

Umboðan er týðandi partur av uppgávunum hjá høvuðsstøðum kring allan heim, og í so máta er okkara høvuðsstaður einki øðrvísi. Soleiðis er og hevur eisini verið hjá Tórshavnar kommunu, sum fyri næstan 30 árum síðani ognaði sær eitt móttøkuhús til umboðanarendamál. Miðskeiðis í 90’unum varð Müllers pakkhús útvegað til størri móttøkur.

Einki óvanligt er í, at kommunan er vertur – eisini vegna landsstýrið og landsins stovnar – tá almennir persónar vitja landið. Kommunan hevur sjálv fleiri vitjanir á hvørjum ári, t.d. frá samstarvsbýum ella í sambandi við tiltøk, serliga innan økini mentan og ítrótt.

Eisini er kommunan vertur við serlig kommunal høvi, t.d. tá meistaraheiti verða vunnin kommununi innan ítrótt.

Harafturat stuðlar kommunan tiltøkum í býnum, stundum eisini við at býráðspolitikarar taka lut.

Eftirlit er við øllum kontum hjá kommununi sambært almennum roknskaparreglum. Soleiðis eru altíð í minsta lagi tvey starvsfólk, ið góðkenna og ávísa flytingar.

Mánaðarroknskapurin verður lagdur fyri fíggjarnevndina og er fyri á almennum býráðsfundi hvønn mánaða. Harumframt verður roknskapurin grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

Trupult kann vera at gera upp, hvat ið skattgjaldarin ítøkiliga fær fyri umboðan kommununar. Kortini er greitt, at umboðan er við til at branda býin og tryggja, at vitjandi fáa innlit og upplivingar, ið geva rættvísandi fatan av Tórshavn og Føroya landi. Miðvís umboðan skapar góð sambond fyri kommununa og onnur, sum virka í kommununi. Tá talan er um umboðan í sambandi við tiltøk og onnur kommunal høvi, kann talan bæði vera um at stimbra felagskenslu millum borgarar í kommununi og viðurkenning fyri arbeiðið, sum verður gjørt í og fyri kommununa.

Markið millum privata og almenna umboðan er, um talan er um privat sambond ella almenn høvi. Almenn høvi eru umrødd omanfyri.

Saman við Runavíkar kommunu luttekur  Tórshavnar kommuna á øðrumhvørjum ári á ráðstevnuni “Offshore Northern Seas”. Luttøkan er í støðugt størri mun sjálvfíggjandi fyri kommununa og hevur stóran týdning fyri kommununa og vinnufyritøkurnar

Spurningur 4:

- Kommunan ferðast javnan. Á hvønn hátt er tað eitt kommunalt endamál at 8 fólk eru á Frigg festival ella at 21 fólk eru á oljuráðstevnu í Stavanger? (undanfarin ár hava tað enntá verið fleiri fólk í Stavanger) ?

Svar 4:

Nógv politiskt og fakligt samband og samskifti er – og skal vera – millum høvuðsstaðarkommununa og býir og lond rundan um okkum. Í hesum viðfangi er nakað av ferðing. Tí slepst illa undan í einum landi úti í Norðuratlantshavi. Hvørt talan er um nógva ferðing, ella um ferðast verður “javnan”, veldst um eygað, ið sær, men í Tórshavnar kommunu verður ikki bert ferðast fyri at ferðast. 

Viðvíkjandi Frigg festivalinum er í stuttum at siga, at Grunnurin Reykjavík-Nuuk-Tórshavn stuðlaði hesum festivali í 2014. Tórshavnar kommuna tók í tí sambandi av møguleikanum at hava ein bás á staðnum, har ið kommunan upplýsti um tænastur og búsetingarmøguleikar í Tórshavnar kommunu, og um tænasturnar hjá nýskapanarhúsinum Hugskotinum. 

Ein tanki aftan fyri stuðul og luttøku var, at tað er týðandi at vera sjónlig í útisetaumhvørvum og at greiða frá tilboðum og fyrimunum við at flyta heim aftur til Føroya og gjarna til Tórshavnar kommunu at búgva og at virka.

Á básinum vóru tvey starvsfólk hjá kommununi: leiðarin á Snarskivuni og samskiparin í Hugskotinum. Onnur starvsfólk hjá kommununi høvdu møguleika at vitja festivalin og básin hjá kommununi, men hesi vóru uttanlands í øðrum ørindum. 

Viðvíkjandi ráðstevnuni Offshore Northern Seas (ONS) luttaka Tórshavnar og Runavíkar kommunur í felag á hesi oljuráðstevnu í Stavanger og hava gjørt tað annaðhvørt ár síðani 2004. 

Stavanger kommuna skipar eitt sonevnt festivaløki saman við vinarbýum sínum úr øllum heiminum, og Tórshavnar kommuna er ein teirra. 

Endamálið er at skapa ein meira óformligan pall til at røkja sambond millum býirnar umframt at víðka og styrkja verandi sambond. Tiltakið hevur eisini til endamáls at stuðla upp undir vinnufyritøkur, ið eru við á ONS-stevnuni. 

Tórshavn og Runavík luttaka við sluppini Westvard Ho, sum saman við tjaldinum á festivaløkinum er karmurin um føroyska átakið. Vinnan kann innan hesar karmar bjóða samstarvsfeløgum og øðrum viðkomandi pørtum til prát í einum føroyskum umhvørvi, har møguleiki er at uppliva eitt sindur av føroyskari mentan.

Tjaldið bjóðar føroyska matmentan, føroyskan tónleik, føroyska ferðavinnu, og har kunnu føroysk vinnulívsumboð og politikarar saman møta vinnulívsumboðum og politikarum úr øðrum londum og fáa í lag nýggj sambond og samstørv. 

Sluppin er harumframt karmur um eina felags móttøku hjá kommununum báðum og Vinnuhúsinum, har ið politikarar og vinnulívsumboð verða boðin við.   

Í tjaldinum og umborð á sluppuni eru týðandi sáttmálar undirskrivaðir seinnu árini, umframt at onkur tónleikari, ið hevur framført, fekk sær sambond, sum seinni bóru ein plátusáttmála við sær.

Tórshavnar og Runavíkar kommunur fíggja luttøkuna við stuðuli frá vinnufyritøkum og landsstýrinum. Fíggjarligi stuðulin frá vinnulívinum veksur alsamt. Hesin stuðulin og eitt miðvíst arbeiði fyri at avmarka kostnaðin bera í sær, at luttøkan í alt størri mun ber seg við stuðuli uttaneftir. 

Tórshavnar kommuna metir ONS í Stavanger at vera eitt týðandi átak og framtak, eisini fyri Føroya land. Vinarbýar- og samstarvsbond verða røkt, og arbeiðið at kveikja og slóða fyri nýggjum vinnumøguleikum í Føroyum hevur stóran týdning.

Kommunan var í 2014 umboðað á Oljuráðstevnuni í Stavanger við 4 býráðslimum og 3 starvsfólkum.

Á básinum vóru eisini 2 starvsfólk frá Visit Tórshavn og eitt frá Atlantic Airways. Hotel Føroyar seldi mat og drekkivørur á básinum og stóð fyri móttøkuni hjá Runavíkar kommunu, Tórshavnar kommunu og Vinnuhúsinum. Hotel Føroyar hevði 5 starvsfólk.Í sambandi við mentunartiltøk í tjaldinum vóru 7 tónleikarar úr Føroyum, sum Runavíkar og Tórshavnar kommunu stuðlaðu saman við vinnufyritøkum úr Føroyum.

Keyp og søla av bygningum er og hevur altíð verið partur av kommunala virkseminum, og í so máta er einki nýtt undir sólini, heldur ikki viðvíkjandi sonevndum bankabygningum

Spurningur 5:

- Greið frá tilgongini til avgerðina, tá kommunan keypti bankabygningarnar. Var keypið nóg væl fyrireikað? Hvussu stór tíð var at umrøða málið? Hví keypa ein bygning í Húsagøtu, sum mann líka síðan hevur brúkt orku uppá at selja aftur? Hví ikki bara lata Bank Nordik um trupulleikan at selja tann bygningin?

Svar 5:

Tórshavnar kommuna hevur í nógv ár roynt at fingið fatur á bankabygninginum í Niels Finsensgøtu, soleiðis at umsitingin hjá kommununi kann verða savnað í færri bygningum. 

Tá ið BankNordik fór undir at fyrireika nýtt høvuðssæti, visti bankin sostatt, at kommunan var áhugað í bygninginum. Tí vendi bankin sær til kommununa og vísti samstundis á, at hann fór at selja ognirnar í miðbýnum saman við bygninginum í Húsagøtu. 

Samlaði prísurin var 92 mió. kr. Eitt samt býráð tók av hesum tilboði, tí kommunan á henda hátt kundi fáa fleiri fólk í ein og sama bygning, og tí kommunan samstundis kundi savna ymisk tilboð á heilsuøkinum, sum kommunan varðar av, í ognini í Húsagøtu. Hugsað varð tá serliga um barnatannrøkt og kommunulæknatænastur, ið soleiðis kundu fingið tíðarhóskandi karmar.

Ovastu hæddirnar í bygninginum í Niels Finsens gøtu vóru tøkar hjá kommununi í mai mánaði 2013, og tekniska fyrisiting flutti inn beinanveg, sum hølini vóru gjørd klár. Í tilgongdini at flyta inn í bygningin í Niels Finsens gøtu eru nakrar eldri ognir hjá kommununi seldar, og aðrar eru leigaðar út. Prísurin fyri ognirnar í miðbýnum var 52 milliónir krónur, sum kommunan hevur goldið.

Síðani Tórshavnar kommuna keypti bygningin hjá bankanum í Niels Finsens gøtu, hevur býráðið samtykt eina nýggja miðbýarætlan, sum m.a. inniber, at miðbýurin fyrst og fremst skal latast aftur til havnarborgarar. Tað merkir at kommunan skal hugsa útvent virksemi í allar bygningar í miðbýnum – eisini í bygninginum í Niels Finsensgøtu. 

Miðbýarætlanin hevur elvt til fyrispurningar, ið eisini snúgva seg um áhuga at keypa bygningin til borgaravent virksemi. Verður talan um rætta virksemið, fer málið til politiska viðgerð, og so verður støða tikin til, hvørt kommunan er sinnað at selja bygningin. Tað er í hesum sambandi, at møguleikin at flyta alla umsitingina hjá kommununi í bygningin hjá kommununi á Vestaru bryggju, hevur verið nevndur.

BankNordik og kommunan hava avtalað, at kommunan yvirtekur bankabygningin í Húsagøtu fyri 40. mió. kr., í seinasta lagi 31. mars 2016. Formliga yvirtøkan er sostatt ikki framd enn, og tí er heldur ikki goldið fyri bygningin. 

Løgreglan í Føroyum vendi sær til kommununa fyri góðum ári síðani, tí løgregluni tørvar nýggj høli. Løgreglan var áhugað í bygninginum í Húsagøtu, tí hann liggur væl fyri í mun til virksemi hjá løgregluni. Býarskipanarliga metir kommunan eisini, at ein løgreglustøð liggur væl fyri í Húsagøtu. Løgreglan yvirtekur eftir ætlan bygningin fyrst í komandi ári. Tórshavnar kommuna hevur sostatt ongantíð brúkt pening upp á bygningin og ætlar ongar útreiðslur at hava av, at løgreglan skjótt eigur bygningin. 

Fyritøkan Guðrun & Guðrun vendi sær til kommununa við ynski um at keypa ognina í Niels Finsensgøtu 13. Grundgevingin hjá fyritøkuni var stóri týdningurin, ið júst hetta húsið hevur fyri brandið hjá Guðrun & Guðrun í Føroyum og úti í heimi. Virksemið hjá Guðrun & Guðrun hóskar væl til miðbýarætlanina hjá kommununi, og tí samtykti býráðið at selja fyritøkuni ognina eftir uttanhýsis meting og við treyt um forkeypsrætt og nýtslurætt til Torgið – og treytað av góðkenning frá kommunala eftirlitinum.  

Vanligt er at innrætta hølir, áðrenn tey verða brúkt

Spurningur 6:

- Nakað aftaná at bankabygningarnir vóru keyptir hoyrdist, at kommunan hevði brúkt 6 milliónir at innrætta ovastu hæddirnar í bankabygnginum í miðbýnum. Hvørja viðgerð fekk hetta í býráðnum? 

Svar 6:

Umvælingin av 3. og 4. hædd var neyðug, um tær skuldi brúkast til skrivstovur. Eitt nú var ein stór kantina og køkur á triðju hædd, sum varð tikin burtur og skrivstovur gjørdar í staðin. Umvælingin varð fíggjað av rakstrarkontu ætlað til umvælingar av kommunalum bygningum og fekk tí ikki serstaka politiska viðgerð, men hetta varð gjørt býráðnum greitt í lýsingini av málinum, tá bygningarnir vórðu keyptir.

19 ár eftir, at Tórshavnar kommuna keypti Sjóvinnuhúsið bíliga úr einum trotabúgvi, var bráneyðugt at umvæla og brúka bygningin, sum var í sera ringum standi

Spurningur 7:

- Greið frá tilgongdini at játta pengar at umvæla Sjóvinnuhúsið? Hví brúka so nógvar pengar uppá eitt vinnuligt endamál?

Svar 7:

Kommunan keypti bygningin frá einum trotabúgvi í 1994 fyri 1,5 mió kr. Fáar íløgur eru gjørdar í bygningin, síðani kommunan ognaði sær hann, og í 2012 varð ásannað, at bygningurin var í so ringum standi, at skuldi hann ikki fara fyri skeyti, mátti hann umvælast. 

Í 2013 var fasadan renoverað og takið skift., og í 2014 samtykti býráðið at umvæla bygningin innan, ásannandi at stórur tørvur var á ábótum.

Tórshavnar havn eigur so at siga alt lendið kring havnalagið, og vísandi til umfarsskriv frá Føroya landsstýri frá 1961, ið sýtir kommunum at selja øki fram við sjónum, hevur Tórshavnar havn søguliga hildið fast um at varðveita ognarskapin til havnalagið á kommunalum hondum.

Ætlanin er at nýta umvælda bygningin til sama endamál sum áður, tvs. til goymslu, verkstað og starvsfólkahøli hjá Tórshavnar havn, og at leiga yvirskotskapasitetin út til verandi og nýggjar vinnufyritøkur, íverksetarafyritøkur og almennar stovnar innan sjóvinnuøkið.

Leigan tekur støði í marknaðarprísi og kostnaðinum av at umvæla bygningin. Útleigan er tí ikki kappingaravlagandi.

Norðlýsið kærdi avgerðina hjá býráðnum um at umvæla bygningin og at leiga út, men Almannamálaráðið, sum er kærumyndugleiki, metti ikki, at grundarlag var fyri at gera gera nakað við málið, men staðfesti í síni niðurstøðu:

At kommunan av tinglýsingarávum ikki kundi selja bygningin burtur av lendinum og varðveita lendið undir bygninginum.

At tað er natúrligur partur av kommunala virkseminum at røkja og viðlíkahalda sínar ognir.

At einans parturin, ið kommunan hevur til avlops í bygninginum kann leigast út til privat, tvs. at kommunalt virksemi ikki skal flytast úr bygninginum fyri at fáa privat virksemi inn.

Kostnaðurin av Tórsvallarútbyggingini svaraði væl til metta kostnaðin

Spurningur 8:

- Tórsvallarútbyggingin. Í apríl 2014 samtykkja tit, at J&K fær 2. byggistig uttan útbjóðing. Hví uttan útbjóðing? Er hetta ikki at bæði at umsita skattgjaldarans pengar óforsvarliga og at lata slúsarnar upp fyri nepotismu? Var tað ongin, sum spurdi eftir um 1. byggistig helt seg til kostnaðarmetingina?

Svar 8:

Fleiri og týðandi fyrimunir vóru við at arbeiðið helt fram við sama arbeiðstakara, tó sum partalag, sí notat, ið Kringvarpið hevur fingið innlit í. Eitt nú er fyrimunur, at prísirnir frá suðurendanum á økinum vóru kendir. Minni váði var tí bæði fíggjarliga og fyri byggingina, og byggitíðarskeiðið varð stytt. Partalag gav eisini pørtunum størri handlimøguleika til raðfestingar. 

At halda fram við sama arbeiðstakara í seinni byggistigi er ikki ókent. Hetta er at umsita skattgjaldarans pengar á fullgóðan hátt. 

Býráðið setti upprunaliga av ein íløgukarm árini 2012, 2013 og 2014 uppá 35 mió. kr. til byggingina av suður- og eystursíðuni. Tá varð eingin endalig avtala gjørd við FSF um fíggjarliga býtið. Hetta var tað, sum samgongan tá samdist um. Øllum varð greitt, at kostnaðarmetingin fyri suðurendan og eystursíðuna var 84 mió. 

Í sambandi við partalagsavtaluna varð alt projektið – eysturskýlið og suðurendin – gjøgnumgingið, har tað kom fram, at suðurendin gjørdist 8 mió. kr. dýrari enn upprunaliga mett, og eystursíðan 8 mió. kr. bíligari. Hesar prísforskjótingar hildu seg tætt upp at samlaðu kostnaðarmetingini, og metti byggikostnaðurin var nú 84,8 mió. kr.

Í juni 2014 varð nýggj avtala um fíggjarliga býtið millum Tórshavnar kommunu og FSF gjørd uppá samlaðu byggingina, tvs. eysturskýlið og suðurendan. Nýggja avtalan var helvtarbýti, t.e. 42,4 mió. Tað bar í sær, at kommunan skuldi útvega 7,4 mió. kr. afturat til byggingina. 

Sum nevnt omanfyri, var byggikostnaðurin á 84,8 mió. kr. nærum tann sami, sum byggingin í 2012 varð mett at kosta.

Leggjast kann aftrat, at samstarvið við FSF hevur verið sera gott og báðum pørtum til fyrimunar. FSF hevur við fígging frá altjóða fótbóltsheiminum lagt meira í Tórsvøll enn kommunan. Afturfyri hevur FSF fingið nýtslurætt yvir Tórsvøll.

Fleiri orsøkir eru til endað samstarv við býráðslim

Spurningur 9:

- Í juni 2014 kom fram, at 1. byggistig var dýrkað. Marin Katrina Frýdal átalaði arbeiðsháttinum í kommununi um hetta mundið. Afturfyri skrivaðu tit undir uppá eitt skjal, har hon bleiv tveitt úr kommunusamgonguni. Hvat var so skeivt, sum hon gjørdi?

Svar 9:

Tað er rætt, at samstarvið við Marin Katrinu Frýdal endaði, men tað var, sum eisini er greitt frá alment, ikki eitt einstakt mál, ið bar í sær, at samstarvið endaði. Tvørturímóti var orsøkin ein røð av málum, har ið Marin Katrina Frýdal áhaldandi arbeiddi ímóti samstarvinum, hon sjálv var partur av.

Í málslýsingini av málinum, ið sipað verður til, sæst, at Marin Katrina Frýdal hevði serstøðu, tí at hon metti, at rættar upplýsingar ikki vóru givnar. Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam atkvøddu í móti, hini 11 atkvøddu fyri.

Nógv orðaskifti er í býráðnum

Spurningur 10:

- Hetta nertir eisini við atfinningina, sum javnan er at hoyra, at tað er onki orðskifti í býráðnum. "Heðin stýrir, og ongin torir at tala at". Mangla tað ikki ein andstøða í býáðnum?

Svar 10:

Tað er misskilt, at orðaskifti ikki er í býráðnum. Besta prógv um tað man vera longdin á býráðsfundunum. Býráðsfundir eru heldur ikki einasti pallur fyri politiskt orðaskifti. Høvuðsparturin av politiskum viðgerðum fer fram á samgongufundum og í faknevndum.

Kontan “tiltakspeningur” er framfluttar íløgur og verður brúkt til at skráseta eykajáttanir

Spurningur 11:

  - ”Tiltakspeningurin” í roknskapinum hjá kommununi er eksploderaður. Er hetta ikki eitt greitt tekin um, at fíggjarstýringin er at kalla fráverandi? Tá tiltakspeningurin er so nógvur, tekur mann ikki alt ov nógv inn í skatti?

Svar 11:

Kontan tiltakspeningur verður nýtt til at skráseta eykajáttanir. Allar játtanir, sum verða skrásettar á kontuni, hava fingið tvær viðgerðir í býráðnum, hetta alt samsvarandi kunngerð landsstýrisins um roknskaparverk hjá føroyskum kommunum. 

Meginparturin av játtanini á kontuni eru framfluttar íløgur. Nakrar íløgur verða útsettar, meðan aðrar hava verið viðgjørdar við atliti til at finna bestu loysnirnar og eina skynsama raðfesting. 

Sum mest skal fáast burtur úr skattakrónum

Spurningur 12:

- Tað er ein røð av málum - líka frá bankainnrætting, yvir máltalvur og spælipláss, til stadion-útbygging - har avtalur verða gjørdar uttan útbjóðing. Hví? 

Svar 12:

Meginreglan hjá Tórshavnar kommunu er, at arbeiðir vera boðin út. Ásannast kann tó, at tað av ymiskum orsøkum kemur fyri, at keyp og arbeiðir ikki vera boðin út. Tað, sum her hevur týdning, er, at mest fæst fyri pengarnar, og at vinnan kennir seg trygga við at samstarva við Tórshavnar kommunu. Greiða fatanin er, at Tórshavnar kommuna og vinnan hava gott samstarv.

Ráðgevingarfyritøkan Kontrast hevði arbeiðið at innrætta bankabygningin í Niels Finsensgøtu um hendi fyri Tórshavnar kommunu, og fyritøkan mælti til at gera avtalu við Articon. Arbeiðið skuldi gerast í summarfrítíðini, meðan fleiri byggivirkir vóru í summarfrí, men Articon hevði manning alt summarið. Tí varð tilmælið frá Kontrast fylgt.

Sí annars omanfyri um umbyggingina av bankabygninginum í Niels Finsensgøtu. 

Viðvíkjandi spæliplássum er at siga, at Grasagarður varð boðin út í undirhondsboð millum tveir arbeiðstakarar. Fyritøkan Við Sjógv úr Kollafirði vann. ÚTIFIMI er keypt frá Innspark sum ein royndarskipan fyri at vita, hvørt hetta var nakað, ið borgarar vildu taka til sín. Umsitingin hevur nú nomið sær royndirnar og fer at bjóða fleiri slík út í næstum. Aðrastaðni hevur Tórshavnar kommuna arbeitt saman við eigarafeløgum um spælipláss í býlingum og grannaløgum. Ymiskt hevur verið, hvussu stór hesi arbeiðini hava verið, og tí hevur eisini verið ymiskt, um og hvussu boðið er út.

Tá farið varð undir at byggja eysturskýlið á Tórsvølli, varð einmælt samtykt at halda fram við sama arbeiðstakara, sum vann útbjóðingina uppá at byggja suðurendan, tó sum partalag. Sí svar um tað sama frammanfyri.

Borgarstjórin er ikki partur av viðgerðini, tá kommunan keypir vøru frá fyritøkuni Innspark 

Spurningur 13:

- Felagið Innspark hevur selt nógv til kommununa. Bara seinastu 5 mánarnar fyri yvir 1,2 mió.  Sera oftað verður keypt frá Innspark uttan at tað verður leitað eftir bíligari tilboðum. Hvat er sambandið millum kommununa/borgarstjóran og Innspark (ella stjóran Hans Korsgaard)? Hví er neyðugt at keypa eina máltalvu fyri 600.000 kr í Havn (aðrastaðni í landinum klárar mann seg við 50.000 kr til eina máltalvu)?

Svar 13:

Borgarstjórin hevur einki serstakt samband við Innspark ella stjóran har. 

Burtursæð frá einum keypi á uml. 55.000 kr., sum hoyrir heima á stjórnarskrivstovuni, hoyra øll onnur keyp frá Innspark til onnur øki í kommununi, har ið borgarstjórin ikki er partur av viðgerðini. 

T.d. Kollafjarðar skúli, spælipláss í býlingum Eystan Gil og Poul J. Gøta, skelting, útiøkið hjá Birkilund, undirlag til Tórsbreyt, LED-ljós til Reinsaríið, umframt mánaðarligt gjald fyri rakstur av máltalvum.

Hetta eru rakstrarstøð, sum innan sínar heimildar keypa og heinta tilboð inn, sum nevnt uttan at borgarstjórin er partur av viðgerðini.

Kommunan hevur keypt tríggjar máltalvur, sum kostaðu hetta:

Tórsvøllur: 260.000 kr., ið er 50% av kostnaðinum. FSF rindaði 50 %. 

Ovari vøllur: 368.000 kr.

Vøllurin á Argjum: 240.000 kr.

Tá farið varð undir at útvega fyrst Tórsvølli, síðani eisini Ovara vølli og vøllinum á Argjum, nýggjar framkomnar máltalvur, var ætlanin eisini at skapa nakrar nýggjar møguleikar og nýggjar áskoðaraupplivingar. 

Støðan er nú, at teir báðir vøllirnir í landinum, ið kunnu altjóða klub-dystum og landsdystum – Tórsvøllur og Ovari vøllur – hava framkomnar máltalvur, sum síggjast væl og hava altjóða dám við ávísum funktionalitetum, m.a. at vísa live-myndir, replay, myndir, lýsingar v.m. Slíkir møguleikar kunnu vera við til at skapa ein stemning til dystin og betri áskoðaraupplivingar. 

Fyrimunur er eisini, at feløgini hava møguleika at vinna sær eyka sponsorpengar við at brúka máltalvurnar sum lýsingarpall. 

Flestu verkætlanir hjá Tórshavnar kommuna halda tíð og kostnað

Spurningur 14:

- Í løtuni er ein rúgva av málum, har verkætlanin er blivnar ov dýrar og ikki gerast liðnar (brúgvin um Sandá, trappan í Vágsbotni), samstundis sum kommunan hevur sett aðrar íløgur á skrá sum havnaútbygging og skúla á fløtum. Er ikki stórur vandi fyri, at alt ov nógv ferð er á, at búskapurin er ovurhitaður, at tað verða fleiri verkætlanir, sum mann ikki hevur tamarhald á? Hetta er jú júst nakað av tí, sum Búskaparráðið hevur ávarað ímóti í síni seinastu frágreiðing.?

Svar 14:

Tað er misskilt, at ein rúgva av verkætlanum eru blivnar ov dýrar. Veruleikin er, at flestu verkætlanir, sum Tórshavnar kommuna hevur framt seinastu tíðina, hava hildið bæði tíð og kostnað, eisini tær stóru. Sum dømi kunnu nevnast:

Birkilund
Sertannlæknastovan
Skúlin á Argjahamri 
Boðanesheimið
Tórsvøllur
Vegir og kloakkir

Kommunan tekur atlit til frágreiðingarnar frá Búskaparráðnum, og at búskapurin er ovurhitaður, og tí er steðgað á við nøkrum av íløgunum. Býráðið hevur raðfest havnaútbyggingina, útbyggingar á ítrottarøkinum, musikkskúlan og Skúlan á Fløtum.  

Viðvíkjandi brúnni um Sandá skal sigast, at tíðarætlanin ikki hevur hildið. Fleiri orsøkir eru til seinkingina, og vánaligt veður er ein orsøk. Partarnir, tvs. kommunan og J&K Petersen, hava tó ikki verið samdir um nakrar av orsøkunum, og heldur ikki, hvør ið skuldi ábyrgdast fyri seinkingarnar. Av somu orsøk hava partarnir heldur ikki verið samdir um, hvussu nógv tíðarætlanin skuldi leingjast, og hvat seinkingin kom at kosta.

Fyri at loysa ósemjuna og sleppa undan drúgvum gerðarættarmáli hava samráðingar verið millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen. Úrslitið er ein semja, sum inniber, at arbeiðið verður liðugt og avhent kommununi í seinasta lagi 29. februar 2016. Arbeiðstakarin fær goldið sáttmálaupphæddina uppá 54,6 mió. kr., umframt 5,46 mió. kr. fyri avtalaðar og ætlaðar avtalur um eykaveitingar og øll eykaarbeiði annars. Hetta merkir, at samlaði kostnaðurin fer at svara til tað, ið kommunan upprunaliga setti av til endamálið. Fyri seinkingarnar rindar arbeiðstakarin Tórshavnar kommunu 3,44 miljónir í dagbótum. Nevnast kann, at J&K Petersen upprunaliga hevði lægsta tilboð uppá arbeiðið, næstlægsta tilboð var 75 mió. kr.

Tað er ikki kommunal javning bert at taka pengar úr kassanum hjá Tórshavnar kommunu

Spurningur 15:

- Munurin millum Tórshavnar kommunu og restina av kommununum í landinum er stórur. Í Føroyum er ikki nøkur skipan við kommunalari útjavning, sum vit kenna tað úr hinum Norðurlondunum. Sum ein góður Javnaðarmaður er borgarstjórin so fyri, at tað verður javnað millum kommunurnar í landinum?

Svar 15:

Borgarstjórin er fyri javning, men tá orðaskifti hevur verið um javning millum kommunur í Føroyum, so hevur kjakið ongantíð snúð seg um annað enn, hvussu nógv skal javnast út úr Tórshavnar kommunu. Tað er órímiligt og kann ikki góðtakst. 

Tað er heilt einfalt heldur ikki rætt, at so stórur munur er á Tórshavnar kommunu og restina av landinum. Eitt nú hava fleiri kommunur hægri skattainntøkur pr. borgara enn Tórshavnar kommuna, og nú í sambandi við útlegginina av eldraøkinum til kommunurnar var ein munandi javning knýtt upp í fíggingarleistin, so tað verður longu nú javnað. 

Tað, sum eg sum borgarstjóri havi ført fram, er, at tað ber ikki til at javna bara ein vegin – at inntøkur skulu takast úr kassanum hjá ávikavist Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn. Røtt javning er bæði inntøkur og útreiðslur, og her má ásannast, at Tórshavnar kommuna ber nógvar útreiðslur landsins vegna, ið aðrar kommuur ikki bera. Rættvís javning má eisini taka atlit til hetta. 

Harumframt eru eisini onnur viðurskifti, sum mugu takast við inn í orðaskiftið um javning, m.a. útlutanin av føroyska tilfeinginum í havinum, sum nærum alt verður lagt uttan fyri høvuðsstaðin. Bert fyri at nevna eitt dømi.

Javningarskipanir eru ongantíð einfaldar, og norðurlendskar javningarskipanir eru serstakilga fjøltáttaðar og samansettar. Haraftrat eru javning og kommunali/regionali búskapurin sum heild neyvt stýrd av statinum, sum harvið gongur kommunala sjálvræðinum sera nær – alt ov nær, og tað sjónarmiðið hava føroysku kommunurnar bæði í KSF og nú KF staðið saman um.

Eitt annað sjónarmið, sum eg eisini havi ført fram, er, at ein javningarskipan millum verandi 30 kommunur fremur ikki ta nýskipan, sum fleiri, herundir undirritaði, ynskja. Ongar kommunusamanleggingar fáast við javningarskipan. At Havnin er sterk, er fyrst og fremst tí, at hon hevur nógvar borgarar og tí fær meira burtur úr pengunum. Tað fáa onnur øki í landinum eisini, um tey leggja saman.