Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KVF hevur lítið og einki skil á almennum innliti

Tollmálið –alment innlit (2. Partur av fleiri)

Víst verður á, at ein fótfeilur í einari umsøkn gjørdi at svar var noktandi og nevnt verður at tað er ólógligt at nokta. Men tað stendur klárt og tíðiliga í lógini at vísast skal til málið, soleiðis, at man ”prógvar” at man veit hvat man spyr um. Í hesum føri bleiv spurt um eitt felag, sum var og er til. Tí gjørdi journalisturin ein stóran feil. Tað er einki gali í svarinum. Svarið var júst eftir bókini. Tað ber ikki til hjá umsitingini at vísa til at okkurt áhugavert er at frætta í øðrum felag, men har kanst tú ikki fáa innlit allíkavæl!!

Tað er vánaligur journalistikkur at verða fornermaður um egnar feilir og leggja ábyrgdina á onnur í einari alvorligari sending.

Í øðrum lagi bleiv einki nevnt um møguleikar/skyldu sambært lógini at nokta innliti tá talan er um persónlig og/ella fíggjarlig viðurskifti. Hetta lærdu vit, var altíð undantikið almennum innliti.

Eisini átti KVF at vita, at løgtingsins umboðsmaður fyri kortum svaraði einari klagu við at tá mál er melda til løgregluna, er tað løgreglan, sum avgerð um og hvat innlit kann gevast. Tá kann fíggjarmálaráðið ikki geva innlit. Neyvan heldur í skjøl, sum ikki blivu send løgregluni.

Tað er somuleiðis vánaligur journalistikkur at filosofera um grundir fyri at nokta almennum innliti. Hetta er óbeinleiðis at leggja fólk í umsitingini undir ikki at halda sínar skyldur. Og tað uttan sakliga grundgeving, men bert leysar gitingar. Um journalistarnir ikki vita betri, hóast teir halda seg verða alvitandi, so er tað ein grundgeving.

Tað manglaði tað mest tíðandi, sum er, hví innlit ikki skuldi gevast. Einki var nevnt um at tað eru mál, har alment innlit ikki skal gevast! Tað er neyðugt. Sendingin var øll sum hon er ein long ákæra og tí má roknast við at ákærur verða grundaðar.

Niðurstøðan má verða, at KVF hevur lítið og einki skil á almennum innliti eins og upplýsingar hesum viðvíkjandi vóru brúktar sambært endamálinum við sendingini.

Eivind Jacobsen

Strendur