Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvettroyndin miseydnaðist

Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin, kláraði ikki at smikra seg inn aftur á pallin. Hann reyk út á Fólkatingsvalinum, og vann ikki innaftur á løgtingsvalinum, tó at rikið varð óført fyri honum.

Hóast Kári á Rógvi hevði sagt formanssessin frá sær, so var tað alla tíðina ætlanin, at løgtingsvalið skuldi bjarga honum í land aftur. Hann blokeraði eisini fyri, at formaður skuldi veljast undan løgtingsvalinum – t.v.s., at hann slapp at skipa valstríðið sjálvur.

Vit løgdu merki til, at Heðin D. Poulsen, kreyp av listanum hjá Gl. Sjálvstýrinum. Hann hevði onga forkláring uppá hví, men sannleikin sýnist vera, at hetta bleiv gjørt av kolegialum orsøkum, og fyri at hjálpa Kára á Rógvi, at varðveita krakka- og akademikarakósina hjá flokkinum.

Nakað annað, sum skuldi fáa flog undir Kára á Rógvi, var, at Sjúrði Skaale, ikki stillaði upp, so har kundu nakað av familju sleppa at atkvøða fyri oraklinum á Debesartrøð, men fá skoyttu um tilboðið. Kári á Rógvi fekk bara 110 atkvøður.

Kári á Rógvi, var tíðliga úti at siga, at kundi hann ikki gerast formaður í flokkinum, so peikaði hann á Kristionnu W. Poulsen. Men hetta kann hava ført til, at Kristianna W. Poulsen, ikki rakk longur enn tær 200 atkvøðurnar, tí veljarin vildi ikki annað enn hava góða gamla sjálvstýrisflokkin aftur. Hevði formaðurin takt, so var hóast alt ein møguleiki hjá hesi kvinnuni.

Men Kári P. Højgaard, vann. Kjarnuveljarin tryggjaði, at krakka- og akademikarapolitikkurin, ikki fekk rótfest seg í flokkinum, sum sleppur at vera so konservativur, sum nú einaferð Kári P. Højgaard, sjálvur gevur til kennar. Nú er aftur pláss fyri arbeiðara- og verkafólki á sjógvi og landi, men minni pláss fyri samkyntum.

Kári vann á Kára. Kvettroyndin miseydnaðist.

Hetta var metingin hjá Oyggjatíðindum undan valinum, og hon helt.

Dan Klein, blaðstjóri