Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kveikingarfundur á Føroya Handilsskúla um innovatión og entreprenørskap

Týsdagin 20. januar kl. 13.30 fer Cristian Vintergaard, stjóri í Young Enterprice í Danmark, at halda ein fyrilestur fyri lærarum á miðnáms- og yrksiskúlum, eins og fyri einstaklingum, vinnu og fyritøkum um evnið:

Samstarv millum útbúgvingarstovnar og vinnu um entreprenørskap og innovatión.

Endamálið við fundinum er at kveikja og menna samstarvið millum útbúgvingarstovnar og fyritøkur og vinnulív.

Entreprenørskapur, íverksetan og innovatión er grundleggjandi neyðugt, fyri at skapa menning og nýhugsan í samfelagnum – eisini í Føroyum. Tí bjóða vit áhugaðum einstakligum, virkjum og lærarum á fund í sambandi við, at vit fáa vitjan av stjóranum í Young Enterprice (Ungt Virki) í Danmark. Vinnuni tørvar útbúgvingar, og útbúgvingunum tørva samstarv við vinnuna.

Tað er mangan, at tað júst eru tey ungu, sum skapa tey nýggju hugskotini, sum skulu slóða fyri framburði, men tað er neyðugt at vinna og fyritøkur eru ein nattúrligur partur av hesum. Somuleiðis er tað týdningarmikið at innovatión er brúkararikin, og at tað ber til at seta nýggju hugskotini í verk, at tey kunnu gerast ein vøra ella ein tænasta sum kann gagna samfelagnum.

Tí er tørvur á, at virkir og skúli finna mennandi samstarvshættir, so at tey góðu hugskotini kunnu kanaliserast inn har, sum tey kunnu verða sett í verk. 

Vinnan ger tað ikki einsamøll, skúlin ger tað ikki einsamallur. Neyðugt er at lyfta hesa uppgávu í felag. Altjóða felagsskapurin Young Enterprice og Føroya deildin Ungt Virki er eitt gylt høvi at varpa ljós á innovatión og hugskot, og at menna samstarv millum vinnuna og miðnámsskúlarnar við teirra kjarnuførleikum/sterku síðum. 

Øll áhugað eru vælkomin, og vit vóna at vinnan og virki møta væl upp.

Fundurin verður á Føroya Handilsskúla í Havn týsdagin 20. januar kl. 13.30 (í høllini)

Vegna fyriskipararnar
Brynhild Høyer, regiónsleiðari
Christian Vintergaard CEO



Um Christian Vintergaard
Christian Vintergaard er stjóri í Fonden for Entreprenørskab, Young Enterprice Danmark. Hann hevur ph.d. í Corporate Venturing frá CBS og Babson College i USA. Hevur fyrr arbeitt sum stjóri fyri Øresund Entrepreneurship Academy, og hevur verið við í stovnanini av nógvum ymiskum organisatiónum.

Í starvi sínum sum stjóri á Young Enterprice Danmark er ein av høvuðsuppgávum hansara at seta entrepnørskap á politisku dagsskránna, at skapa kjak og alment orðaskifti um týdningin av entreprenørskapi og innovatión, og at menna samstarv millum vinnu og útbúgvingarskipan um sama endamál.

Um Young Enterprice – Føroya deild
Í mars 2012 varð avgjørt at stovna eina føroyska región innan Young Enterprice Danmark. Seinastu nógvu árini hevur hesin felagsskapur verið karmur um árligar afturvendandi kappingar í Føroyum millum miðnámsnæmingar um at menna eitt nýtt hugskot til eina vøru ella eitt virki. Vinnararnir í føroysku kappingini hava luttikið í DM í entreprenørskapi og eisini í EM-kappingini. Felagsskapurin hevur eisini skipað fyri øðrum tiltøkum, sum hava til endamáls at menna samstarv millum vinnu og útbúgvingarstovnar við atliti til innovatión og entreprenørskap.

Vit halda, at vit kunnu blíva enn betri til hetta samstarv, og at menna tey góðu hugskotini til veruleika. Vit vóna tessvegna at nógv umboð fyri vinnu og fyritøkur eins og at nógvir lærarar og onnur áhugað fara at møta upp á kveikingarfundinum týsdagin tann 20. januar.

Allir fjølmiðlar eru eisini vælkomnir at vera við á fundinum.

Í nevndini fyri Ungt virki í Føroyum sita:
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik og formaður
Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla
Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla í Havn
Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum,
Jørgen Meitilberg, vegna Fróðskaparsetur Føroya
Annleyg Lamhauge, Visit Faroe Islands
Óla Kristian á Torkilsheyggi, íverketi og stjóri í Navia
Brynhild Høyer, regiónsleiðari í Young Enterprice, Føroya deild og lærari á Føroya Handilsskúla