Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvartettin í Betesda

- “Dýrdarlandið” er ikki bara andaligur boðberi, men eisini ein góð tónleikalig uppliving

Tað er sanniliga ikki altíð, at ein følir seg verdan at seta orð á tónleikin og er tað júst tann kenslan, eg siti við.

Tá eg taki júst Kvartettina í Betesda fram, so er tað tí, at tað var í eini tíð, tá eg sjálvur royndi meg á tónleikapallinum, har tað júst vóru slíkir bólkar og sangarar, ið góvu okkum ávísan íblástur.

Kann eisini minnast Miðnáttarsangbólkin í Runavík, sum eisini tóku, millum annað, elektriskar guitarar við í teirra framløgum.

Í 70´unum var ein ávísur fáltur á okkum innan andaliga tónleikin í Føroyum - var tað nú sømiligt...?

Tá eg havi sitið og lurtað eftir nýggju útgávuni hjá Kvartettini, er hon øll innblást av góðum væl gjøgnumførdum arbeiði.

Tað er eisini stuttligt at hoyra okkurt av eldru løgunum í nýggjum búna.

Eg skal ansa mær at taka nakran av sangarunum fram um annan, men eg minnist serliga kláru røddina hjá Sámal Johannesen, sum enn er klár og góð.

Hetta eru ikki unglingar, tí tann yngsti er 60- og tann elsti 73 ára gamal, men tað er avgjørt ikki eitt minus fyri útgávuna, tí røddirnar eru ikki verri enn í 70´unum – heldur tvørturímóti.

At teir hava valt stóra stigið, at fara longu ferðina yvir til Nashville, er sanniliga ein góð íløga, tí eg merki eitt væl gjøgnumført arbeiði, sum gevur útgávuni ein serligan dám.

Tað sermerkta við útgávuni “Dýrdarlandið” er, at hon ikki kann vísast til nakran ávísan aldursbólk – øll kunnu ogna sær útgávuna og fáa eina góða kenslu.

Sanniliga ein góð og gjørgnumførd útgáva, sum ivaleyst fer at liggju undir nógvum jólatrøum í ár og skal hon fáa 9 av 10 stjørnum frá mær.

Fríðálvur Jensen

Hoyr lagið “Sæl er mín sál:”

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=TKwbjmdU208]