Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KUNNU MÓTMÆLA Á KARLAMAGNUSARBREYT

Nú umhvørvisfelagsskapir hava í umbúna at vísa sína ónøgd við grindamentanina í Føroyum á ólavsøku, hevur løgreglan í samstarvi við Tórshavnar kommunu boðað felagsskapunum frá, at fólkini skulu verða vælkomin at mótmæla. Men tey sleppa ikki at órógva ólavsøkuna.

Felagsskapirnir hava sent løgregluni umsókn um at sleppa at mótmæla framman fyri tinghúsinum ólavsøkudag millum kl. 11-14. Men hetta góðtekur kommunan ikki. Ferðslan er munandi broytt á ólavsøku, og tí meta myndugleikarnir ikki, at trygdin er í lagi, verður mótmælistiltak í miðbýnum á ólavsøku. Tí fáa felagsskapirnir boðið annað stað í kommununi at mótmæla.

Fyri ikki at darva ferðsluni og varðveita høgu trygdina á ólavsøku, hava løgreglan og Tórshavnar kommuna í felag funnið eitt øki á Karlamagnusarbreyt, har felagsskapirnir kunnu vísa sína ónøgd við føroysku grindamentanina.

Støðan hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu er púra greið.

- Felagsskapirnir skulu ikki órógva ólavsøkuna. Tí hava vit sett eitt øki á Karlamagnusarbreyt av til endamálið. Har kunnu tey so mótmæla, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nógv fólk er savnað í miðbýnum á ólavsøku. Og kommunan nýtir á hvørjum ári nógva orku at samskipa trygdina, ferðsluna og tey mongu tiltøkini sum heild.

Ólavsøkudag fyri middag er kirkjugongd. Síðani verður tingið sett og stóra ólavsøkukórið syngur á Tinghúsvøllinum.