Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunningartiltak um uppskot til broytingar í vinnufelagslógini

Fríggjadagin 20. november kl. 14.00 – 16.00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum. 

Í løtuni er uppskot um broytingar í Vinnufelagslógini og fylgibroytingar í øðrum lógum til hoyring.

Broytingarnar í vinnufelagslógunum eru umfatandi og tískil bjóðar Føroya Arbeiðsgevarafelag til kunnandi tiltak, har greitt verður frá týdninginum av hesum broytingum.

Sørin Pram Sørensen, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur framløgu um lógarbroytingarnar sum fyriliggja, og luttakarar kunnu eisini seta spurningar.

Endamálið við broytingaruppskotunum er:

•At føroyskur vinnufelagarættur skal vera altjóða kappingarførur soleiðis, at tað ikki verða sett strangari krøv í Føroyum enn í øðrum londum

•At tað skal verða lættari at stovna vinnufyritøkur við avmarkaðari ábyrgd

•At minka umsitingarligu byrðarnar innan fyri vinnufelagsrættin við tí fyri eyga at einfaldgera vinnutreytirnar fyri føroysk kapitalfeløg

•At tað verður ein meira javnbjóðis umboðan av kvinnum og monnum í teimum størru føroysku vinnufyritøkunum

•At tryggja at Føroyar í mest møguligan mun kunnu lúka krøv í altjóða samstarvi um skattaviðurskifti, heruppií at skattamyndugleikarnir kunnu fáa innlit í eigaraupplýsingar viðvíkjandi handhavapartabrøvum, tá eigaraparturin er minni enn 5%

•At útvega heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar fer fram talgilt

•At eggja fyritøkum og íleggjarum til at taka støðu til samfelagsábyrgd

Tiltakið er ókeypis og verður í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7, Tórshavn.

Til ber at síggja uppskot til lógarbroytingarnar her: http://industry.fo/Default.aspx?ID=4547