Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KUNNINGARFUNDUR UM MERCY SHIPS - Móður Teresa gjørdi útslagið

Dan Klein --- 09.02.2018 - 06:56

Mercy Ships Føroyar bjóðaði til kuningarfund í Løkshøll leygarkvøldið 27. januar kl.20:00, har kunnað varð um virksemi hjá hjálparfelagsskapinum Mercy Ships. Væl av fólki hevði leitað sær inn í Løkshøll, har tey bæði fingu at hoyra manskórið í Ebenezer og sangbólkin Tos. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: 07.02.2018

Olaf Olsen greiddi frá Mercy Ships Føroyar, har hann kunnaði um, at ein  deild varð sett á stovn í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og at tað var møguleiki at stuðla felagsskapinum ígjøgnum eina føroyska kontu. 

Ein dokumentarfilmur varð vístur, sum varð tikin upp umborð á núverandi hospitalsskipinum Africa Mercy, meðan skipið var á missión á Madagaskar. Tað er journalisturin Peter Ingeman frá TV2, sum í 2016 vitjaði umborð á Africa Mercy saman við einum filmliði, sum við sínum upptøkutólum dekkaðu alt virkið bæði umborð og í landi - filmurin varð sera væl móttikin, samstundis sum hann hevði stórt árin á fólkið hetta leygarkvøldið í Løkshøll. 

Ein litríkur faldari á føroyskum við nógvum myndum og upplýsandi teksti varð lagdur fram í Løkshøll, sum fólk kundu taka við heim. 

Hendrik Olsen, ein av nevndarlimunum í Mercy Ships Føroyar, setti løtuna við at greiða frá arbeiðinum hjá altjóða hjálparfelagsskapinum Mercy Ships. Hendrik greiddi sera neyvt og áhugavert frá arbeiðinum, samstundis sum hann legði fleiri myndir á stórskýggjan. 

Hendrik greiddi frá hvussu visjónin tók skap í hjarta Don Stephans, sum, saman við konuni Deyon, grundlegði Mercy Ships. Tá tey fingu teirra ógvuliga tungt brekaða barn, øktist byrða og kall hansara, sum hann hevði havt frá tí hann var tannáringur, fyri teimum fátæku, sum bóru upp á sjúku og brek, men sum ikki høvdu møguleika at fáa neyðugu viðgerðina. 

MÓÐUR TERESA
Sum Don hugsaði um hetta kom  visjónin at  ogna sær eitt hospitalsskip. Hann gekk við hesum tankanum í fleiri ár, inntil hann fór at vitja Móður Teresu í Calcutta í Indien. Don segði henni frá dreyminum um hospitalsskipið, og tá svaraði Móður Teresa beint fram: “Og Hvat gert tú so við dreymin?”  

Orð hennara virkaði sum ein pískur í hansara samvitksu, og tað gingu fýra ár, áðrenn Don og konan tóku stig til at keypa tað fyrsta skipið í 1978. Síðani tá hevur Mercy Ships hjálpt millum 2,5 og 3 milliónum menniskjum við ikki færri enn fýra skipum.