Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunningarfundur í sambandi við útbjóðing av bydaleiðum var í Smæruni týsdagin tann 5. februar

Seinastu mongu árini hevur koyringin av bygdaleiðum verið rikin av privatum bussfeløgum við grundarlagi í sáttmálum, sum hava verið bodnir út alment. Nú verður koyringin aftur bjóðað út, og í tí sambandi var ein kunningarfundur um útbjóðingina týsdagin 5. februar.

Á kunningarfundinum varð dentur lagdur á ymsar broytingar, ið fara at vera í nýggju útbjóðingini. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði nøkur orð um hesar broytingar og tók til, at:’ Til dømis kann nevnast, at koyringin frameftir fer at taka atlit at ferðafólki við rørslutarni, og allir bussar skulu eftir eina skiftistíð taka koyristólar.’ 

Landsstýrismaðurin legði afturat, at:’ Eisini kann nevnast, at sáttmálatíðarskeiðið fer at verða longt úr fimm árum til sjey ár. Harvið fáa teir veitarar, ið Strandferðslan fer at gera sáttmálar við, eitt nakað longri tíðarskeið at planleggja sítt virksemi. Mett verður, at hetta verður ein fyrimunur fyri allar partar. Samstundis er gjørt av, at tann samlaða busskoyringin í mun til undanfarnu útbjóðing fer at verða skipað í færri og størri eindir. Á henda hátt gerst stýringin av sáttmálunum lættari hjá Strandferðsluni, og eindirnar, ið taka sær av koyringini, verða betur fyri skipanarliga og fíggjarliga.’

Afturat landsstýrismanninum vóru onnur upplegg frá eitt nú Tóru við Keldu, forkvinnu í MEGD, ið tosaði um týdningin at gera tað møguligt hjá fólki við rørslutarni at ferðast við bygdaleiðum. Afturat hesum vóru upplegg um GPS skipanirnar Tólnet og R2P, har tað varð greitt frá, hvussu allir bussar hjá bygdaleiðum kunnu vera við í eini felags GPS skipan.

Samanumtikið legði kunningarfundurin dent á framtíðar broytingar, og eisini hugleiddi Heðin Mortensen, landsstýrismaður, um møguleikan fyri at skapa eina beinleiðis rutu hjá bygdaleiðum við t.d. el-bussum, ið koyra frá flogvøllinum til Tórshavn uttan steðg, soleiðis at bæði føroyingar og útlendingar kunnu ferðast smidligari og skjótari.

Umleið 50 fólk luttóku á kunningarfundinum, ið varð hildin í Smæruni.