Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunningarferð í Íslandi um skúlatilboð til ung við serligum tørvi

Í døgunum frá mikudegnum 28. august til 30. august hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, verið á vitjan hjá nýtilnevnda starvsbróðuri sínum í Íslandi Illuga Gunnarsson.

Á ferðini kunnaði landsstýrismaðurin í mentamálum seg serliga um, hvussu íslendingar hava skipað síni tilboð til næmingar við serligum avbjóðingum við serligum atliti at inklusjón í vanligar skúlar og miðnámsskúlar.

Á ferðini varð vitjað á serskúla og á vanligum skúlum, miðnámsskúlum og stovnum, sum arbeiða við greining og menning av næmingum av hesum slag.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at sambært ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek, og sum vit hava bundið okkum til, hava øll ungfólk óansæð førleikar rætt til skúlatilboð. Vit hava skúlatilboð á Rásini og í summar byrjaði ein serflokkur í Hoydølum, sum er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Men um vit skulu liva upp til ST- sáttmálan verður neyðugt at skipa enn fleiri serliga tilrættaløgd skúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum. Ferðin til Íslands er liður í hesum arbeiði.

Við á ferðini hava verið embætisfólk úr Mentamálaráðnum, umboð fyri Almannaverkið og stovnar og skúlar, sum arbeiða við næmingum við serligum avbjóðingum í Føroyum. Umboð fyri Javna og MBF vóru eisini við á ferðini.