Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2020
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
Nýtt 4-ára programm varð gjørt fyri 2017-20, har serligur dentur aftur varð lagdur á somu 3 høvuðsøkini sum frammanundan, men ymisk nýggj undirpunktir komu afturat í 2017, sum meira áherðsla varð løgd á. Programmið 2017-20 við øllum undirpunktum sæst á síðu 10 í hesari kunningini.
Væntandi verður nýtt programm gjørt fyri tíðarskeiðið 2021-24 í ár. Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í 2017, eru vístar við gulum á s. 10. Høvuðsøkini eru hesi:
1. Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum Hetta kunnu vera praktiskar
royndir ella vísindarligar kanningar
2. Burðardyggur fiskiskapur Hetta kunnu vera praktiskar royndir ella vísindarligar
3. Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum
Hetta kunnu vera fyrisitingarligar, fíggjarligar, hagfrøðiligar, samfelagsligar ella
búskaparligar kanningar ella greiningar, sum leggjast afturat vitan um fiskivinnuna,
og harvið menna grundarlagið undir vinnuligum og politiskum avgerðum.
Neyðugt at melda seg til elektroniskt á hesari leinkjuni:
Framløgudagur-24februar2020-skrá-fyribils-jm4.docx