
Kunning um tiltøk í sambandi við mentanarnáttina, fríggjadagin 12. juni.
Kl. 18:00-20:00 Faxaflóahafnir og aðalkonsulát Íslands bjóða brellbita við m.a. sild, makrel og turrum fiski í Fútastovu á Kongabrúnni, Gongin 5. Øll eru vælkomin.Eisini verður vitjan av tveimum íslendskum sangarum, Davíð Ólafsson, bassur, og Stefán Helgi Stefánsson, tenor. Teir fara at syngja undir Tinghúsinum kl. 22:00 og á Hvonn kl. 23:30.
Leygardagin syngja teir í Vágsbotni kl. 13:30 og kl. 14:30 í SMS
Vælkomin og góða mentanarnátt.