Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd frá fundi í handilsvinnuni.

Kunning um setanarprógv

Seinastu tíðina hevur verið varpað ljós á setanartreytir hjá ungum starvsfólkum. Ført er fram, at tað eru fleiri, sum ikki kenna síni setanarviðurskifti og eisini mangla eitt setanarprógv. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil vísa á, at á heimasíðu okkara eru skabelónir til setanarprógv til arbeiðsgevarar at brúka.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í síni heild væl skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum og avtalum. Føroya Arbeiðsgevarafelag er av tí fatan, at flestu arbeiðsgevarar hava skil á teirra starvsfólka- og setanarviðurskiftum, tó at avbjóðingar kunnu verða hjá einstøkum arbeiðsgevarum.  

Lógin um setanarprógv

Lógin um setanarprógv áleggur arbeiðsgevaranum eina skyldu at lata starvsfólkum sínum setanarprógv, um setanin hevur gildið í meira enn ein mánað, og starvsfólkið í miðal arbeiðir meira enn 8 tímar um vikuna. 

Eru broytingar í setanartreytunum ásetur lógin, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at broytingin fær gildi, gevur løntakara skrivlig boð um hetta. 

Fyri løntakarar, sum eru byrjaðir í starvinum áðrenn 1. juni 2008, og sum framhaldandi eftir 1. juni 2008 eru í starvi, er ein skiftisskipan galdandi. Eftir henni hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakara at lata setanarprógv í seinasta lagi 2 mánaðir eftir áheitanina.  

Arbeiðsgevarin skal lata starvsfólkunum setanarprógv, um tey koma undir treytirnar í lógini. Starvsfólk, sum av onkrari ørsøk ikki hava fingið eitt setanarprógv, kunnu eisini gera vart við hetta, so viðurskiftini kunnu koma í rættlag. 

Skabilónir til setanarprógv

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur dagførdar leistir til setanarprógv, sum eru løtt at fylla út, og sum uppfylla treytirnar í lógini um setanarprógv. Allir limir felagsins kunnu taka niður setanarprógv fyr arbeiðarar, handverkarar og starvsmenn á heimasíðu okkara her.