Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunning um nýggju masterútbúgvingina, West Nordic Studies

Komandi lestrarár bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út eina nýggja masterútbúgvingina: West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu

Útbúgvingin er skipað saman við Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs og byrjar á heysti í 2015. Talan er um eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. 

Nýggja masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og vestur Noregi, og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorði.

Masterútbúgvingin gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið, umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðar spurningar og samtíðar kjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, verðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd.

Tað verður Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari, ið fer at greiða frá útbúgvingini og svara spurningum.

Vit síggjast mánakvøldið 30. mars kl. 19 á Søgu og Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøta 25, gøtuhæddin, Tórshavn.