Kunning um løgtingsvalið í Tórshavnar kommunu
Á heimasíðuni hjá kommununi er nýggj kunning løgd út um mannagongdir og reglugerð í sambandi við løgtingsval.
Millum annað finst kunning um, hvussu sjófólk, sjúk og onnur, sum eru burturstødd valdagin, hava møguleika at brævatkvøða. Um tú ert lesandi og skalt søkja um upptøku á vallistan, finnur tú umsóknarblaðið á heimasíðuni her:
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1097
Harafturat sært tú eitt yvirlit yvir øll valstøðini í kommununi . Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Snarskivuna allar gerandisdagar á tel. nr. 302010.