Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunning um lógarbroytingar við gildi frá 1. januar 2012

1. Dagpeningur við fráveru, tá barn undir 14 ár er sjúkt

Løgtingið samtykti í mai 2011 at broyta dagpeningalógina soleiðis, at tey, ið lúka treytirnar fyri at fáa dagpening vegna sjúku, nú eisini fáa rætt til dagpening fyrsta og annan fráverudag í sambandi við sjúku hjá barni undir 14 ár. Hvørt av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpening í tilsamans 10 dagar um árið, orsakað av sjúkum barni. Á heimasíðuni hjá Almannastovuni verður kunnað nærri um treytir og mannagongd við umsókn o.a.

Lógarbroytingin fær gildi frá 1. januar 2012 og er lýst í kunngerðarblaðnum 2011, hefti 19 .

2. Ongin mótrokning av inntøku hjá hjúnafelaga í fólkapensjónini

Løgtingið samtykti í september 2011 at broyta reglurnar um mótrokning av inntøku í pensjónini hjá giftum fólkapensjonistum. Broytingin hevur við sær, at viðbótin, sum verður útgoldin til ein giftan fólkapensjónist, ikki longur fer at ávirkast av inntøkuni hjá hjúnafelagnum .

Lógarbroytingin fær gildi frá 1. januar 2012 og er lýst í kunngerðarblaðnum 2011, hefti 39 .

Broytingin merkir, at viðbótin í fólkapensjónini hjá einum giftum pensjonisti frá 1. januar 2012 at rokna bara verður lækkað við støði í inntøkuni hjá pensjonistinum sjálvum. Galdandi reglur áseta, at inntøkur hjá hjúnafeløgum skulu leggjast saman og býtast í helvt til hvønn av hjúnafeløgunum, áðrenn roknað verður.

Broytingin hevur fyri tey flestu ongar avleiðingar, tí inntøkan hjá fólkapensjonistum flest er so lág, at hon ávirkar ikki viðbótina. Tó eru fleiri, sum fara at merkja avleiðingar av broytingini – summi fáa minni útgald og onnur størri. Fyri nøkur merkir broytingin, at partur ella øll viðbótin fellur burtur og fyri onnur, at tey fáa eina hægri ella fulla viðbót. Hvør avleiðingin verður í tí einstaka førinum er treytað av støddini av inntøkuni og hvussu hon er býtt millum hjúnafelagarnar.

Í talvuni niðanfyri verður við nøkrum dømum lýst, hvørjar avleiðingar kunnu verða av broytingini fyri einstakar pensjonistar og hjún tilsamans. Hædd er ikki tikin fyri skattligum avleiðingum av broytingum í viðbótini.

Viðmerkjast skal, at grundupphæddin ikki ávirkast av inntøku og at ongin mótrokning verður gjørd í viðbótini, um ársinntøka aftrat pensjónini er 61.000 kr. ella minni. Mótrokningarprosentið er 60. Samhaldsfasta eftirlønin telist ikki við í inntøku, sum ávirkar pensjónsupphæddina.

Talva Sí mynd

Giftir pensjonistar, sum møguliga eiga at søkja av nýggjum

Giftir pensjonistar, sum bara hava søkt um grundupphædd, eiga at geva broytingini ans. Tí hon kann hava við sær, at tann eini hjúnafelagin, ið ikki hevur inntøku, ella bara hevur smávegis inntøku, nú kann hava rætt til viðbót. Neyðugt er at senda umsókn inn, tí Almannastovan skal hava loyvi til at innheinta inntøkuupplýsingar fyri at kunna broyta pensjónsviðgerðina.

3. Pensjonistar á stovni somu rættindi

Løgtingið samtykti í september 2011 nakrar broytingar í viðurskiftum hjá fólkapensjonistum og fyritíðarpensjonistum, sum búgva á stovni sambært forsorgarlógini.

Lógarroytingarnar eru lýstar í kunngerðarblaðnum 2011, hefti 39 og fáa gildi 1. januar 2012.

Broytingarnar merkja, at allir pensjónstar sum hava varandi bútilboð á stovni, fara at fáa vanliga pensjón og koma at gjalda fyri at búgva á stovninum eins og pensjónistar, sum búgva í eldrasambýli ella sambýli undir Nærverkinum. Pensjonistar á sálarsjúkrahúsi, sum eru uppskrivaðir til varandi bútilboð sambært forsorgarlógini, fara somuleiðis at fáa vanliga pensjón og gjalda fyri uppihaldið .

Sonevndi lummapeningurin, ið er ein niðursett pensjón, verður ikki longur útgoldin.

Pensjónsupphæddin hjá teimum, sum búgva í eldrasambýli, røktarheimi, ellisheimi, vistarheimi og í bústovni ella sambýli undir Nærverkinum verður upphædd sum støk, uttan mun til, um tey eru gift ella støk. Somuleiðis fer møguligur hjúnafelagi hjá nevndu pensjonistum at fáa upphædd sum støk.

Gjaldsreglurnar verða broyttar, soleiðis at allir fólkapensjonistar á stovni koma at rinda tað sama fyri vistarhald o.a. uttan mun til, um teir búgva á røktarstovni ella í eldrasambýli. Sama við fyritíðarpensjónistum. Hesir koma at gjalda tað sama uttan mun til, um teir búgva í sambýli ella bústovni. Hvussu gjaldsreglurnar meiri nágreiniliga koma verða, kemur nýggi landsstýrismaðurin at avgera, tá hann er komin í sessin .

4. Kunngerð av almannaveitingum fyri eitt komandi ár

Almannaveitingar, t.e. fólkapensjón, fyritíðarpensjón, barnagjald o.a., verða ásettar og javnaðar á hvørjum ári. Ásett er, at almannaveitingar fyri eitt komandi ár skulu lýsast av landsstýrismanninum í kunngerð í seinasta lagi 1. desember árið fyri