Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KUNNING: Stilla upp til fólkatingsvalið

Hetta er greitt nú Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur viðgjørt spurningin um uppstilling av nýggjum í sambandi við at Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið nýggjan formann. 

Sjálvstýrisflokkurin hevði annars boða frá, at hann ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Støðan er umrødd av nýggjum, og breið semja er um at stilla upp til komandi fólkatingsval.

Sjálvstýrisflokkurin hevur eina avgjørda og greiða ætlan um, at allir føroyingar skulu hava møguleika at taka flest allar universitetsútbúgvingar, eftirútbúgvingar og aðrar víðari útbúgvingar úr og í Føroyum. 

Sjálvstýrisflokkurin er sannførdur um, at rætta leiðin hjá flokkinum fyri at fáa ávirkan á hesi og onnur viðurskifti er at stilla upp til Fólkatingsvalið, og leiða samráðingarnar á hesum øki, og avgreiða spurningin til gagns fyri Føroyska samfelagið.

Blíðar heilsanir,

SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN