
Kunning og góð ráð um granskingarkarmar og reglur
Hóast nógv gransking fer fram í Føroyum, so er lógarverkið á økinum ikki so umfatandi. Tað kemur tí meira enn so fyri, at føroyskir granskarar venda sær til Granskingarráðið við spurningum um reglur og kunning um mannagongdir o.l. Tá reglur mangla í Føroyum vísa vit ofta til grannalond okkara.
Ein góð kelda er Forskerportalen.dk, sum vendir sær til granskarar við danskar granskingarstovnar. Evnini, sum verða viðgjørd á portalinum, eru eisini viðkomandi fyri føroyska gransking. Har eru upplýsingar um løgfrøðiligar og etiskar spurningar, sum í nógvum førum eiga at verða ella kunnu verða viðgjørdir á meinlíkan hátt, tá talan er um gransking í føroyskum høpi.
Á síðuni eru fleiri stuttfilmar, sum geva innlit í møguligar støður og spurningar, tá ið granskað verður, t.d. viðurskifti millum vegleiðaran og ph.d. studentin, um ábyrgdarfulla gransking og um samstarv og avtalur millum granskarar.
Tilfarið á granskaraportalinum er bólkað í seks ymisk evni, sum eru:
• Akademiskt frælsi
• Granskingaretikkur
• Granskingarsamstarv
• Løgfrøðilig mørk fyri gransking
• Útgáva og
• Rættindi til gransking
Granskararportalurin er mentur av Udvalget til Beskyttelse af Videnskabeligt Arbejde (UBVA), sum er nevnd, sum røkir áhugamál í sambandi við upphavsrætt og patent.
Vitja Granskaraportalin her: http://forskerportalen.dk/
Les meira um UBVA her: http://www.ubva.dk./
Aðrar viðkomandi slóðir til tilfar um etikk finnast her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=20798