Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunning í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undrast á, at Føroya Pedagogfelag letur so illa at støðuni á dagstovnaøkinum. Okkara fatan er heilt greitt, at flestu foreldur eru væl nøgd við dygdina á dagstovnatilboðnum, sum kommunurnar veita. Somuleiðis vísa fleiri trivnaðarkanningar á økinum, at umstøðurnar á føroysku dagstovnunum eru góðar. Føroya Pedagogfelag hevur nú verið í verkfalli í meira enn eina viku, og vit meta tí, at tað er rætt, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kunnar kommunurnar um veruligu viðurskiftini rundan um ósemjuna, sum hevur stungið seg upp partanna millum. Ein kann siga, at ósemjan kann býtast sundur í tríggjar partar, sum er sjálv semingin við Fakfelagssamstarvið, lønarleisturin/skattaskipanin og tíð til fyrireiking.

Semingin við Fakfelagssamstarvið

Føroya Pedagogfelag hevur í fjølmiðlunum ført fram, at felagið undir semingini varð fyri vanbýti í mun til hini feløgini í samstarvinum – Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Seinni er komið fram, at Føroya Pedagogfelag metir seg hava verið fyri mismuni, tí felagið einki serkrav fekk við í semingsuppskotið, sum varð handað pørtunum tíðliga mikumorgunin tann 25. januar 2012. Tað er ikki rætt, tá Pedagogfelagið førir fram, at felagið einki serkrav fekk við í semingsuppskotið; felagið fekk ikki minni enn 3 serkrøv við í semjuna. Føroya Pedagogfelag hevur í mong ár kravt, at lønirnar hjá pedagogum í dagstovnum og hjá landinum skulu javnstillast. Semingsuppskotið gav pedagogunum á dagstovnaøkinum nýtt endastig, tað hevði havt við sær, at ávísir pedagogar høvdu fingið 470 kr meir um mánaðin umframt lønarhækkanina. Harumframt fekk felagið tilboð um broytta orðing í mun til eftirsitiløn, sum eisini er til fyrimuns fyri limir felagsins.

Samanlagt hava serkrøvini, sum Føroya Pedagogfelagið fekk í semingsuppskotinum eitt størri virði enn serkrøvini hjá hinum feløgunum í samtakinum.

Lønarleistur/skattaskipan

Føroya Pedagogfelag hevur alment ført fram, at felagið vrakaði semingsuppskotið orsakað av fleiri umstøðum, harav ein av grundgevingunum er, at lønarhækkanin til limir felagsins er ov lág - ikki minst, at felagið ikki kundi taka undir við lønarleistinum/skattaskipanini, sum politiski myndugleikin hevur stungið út í kortið. Harumframt sigur felagið seg ikki kunna góðtaka, at flatskattaskipanin verður knýtt upp í samráðingarnar, tí felagið sigur seg verða ímóti at differentiera í lønarhækkingum millum limir felagsins. Differentierað lønarhækking er eitt ófrávíkiligt krav frá Fíggjarmálaráðnum, tí at skattalættin er sera ymiskur.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur onga ávirkan á skattapolitikkin hjá landsmyndugleikunum, men vit skilja væl sjónarmiðið hjá Fíggjarmálaráðnum. Ásannast má, at tað er reallønin, sum hevur størst týdning. Tað skuldi tí verið líkamikið, um hon lækkar av høgum oljuprísi ella hækkar av skattalætta.

Ein av grundgevingunum hjá Pedagogfelagnum fyri ikki at taka undir við semingsuppskotinum er, at teirra limir eru so lágløntir í mun til aðrar starvsbólkar, sum tey samanbera seg við.

Sí samanberingar av lønum hjá ymiskum starvsbólkum innan umsorganarøkið o.a.

Sí talvuna

Pedagogar sum starvast á dagstovnum fingu í semingsuppskotinum tilboð um endaløn á kr. 26.930 um mánaðin.

Tíð til annað arbeiðið

Føroya Pedagogfelag hevur seinastu dagarnir lagt alt meira áherðslu á, at felagið krevur áseting um fyrireikingartíð í sáttmálan. Kravið er eitt sindur ógreitt og lítið ítøkiligt, tá pedagogar á dagstovnum sum er longu hava í miðal 1 tíma til fyrireiking um vikuna. Eingin annar fakbólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur ásetingar í sáttmálanum um fyrireikingartíð.

Undir samráðingunum, sum hava verið millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, hevur felagið m.a. sett fram krav um eina skipan við ársverkum. Skipanin við ársverkum, sum vit kenna frá skúlaøkinum er ikki ásett í sjálvum sáttmálanum, men í eini sjálvstøðugari avtalu um arbeiðstíðarreglur. Felagið krevur, at starvsfólk fáa ásett í sáttmálan, hvussu nógv tíð eigur at brúkast til tær ymisku arbeiðsuppgávurnar árliga. Hesa skipan við ársverkum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið staðiliga avvíst, tí talan er um eina leiðsluuppgávu. Tað er arbeiðsgevarin og leiðslan á dagstovninum, sum skulu skipa arbeiðið á dagstovnunum. Vit halda, at nevndu avmarkingar í rættinum hjá arbeiðsgevaranum at skipa arbeiðið á skilabesta hátt er at gera seg inn á leiðslurætt arbeiðsgevarans.

Seinastu dagarnar hevur forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, og leiðarar á kommunalum dagstovnum greitt frá, hvussu tey skilja kravið um fyrireikingartíð; vit kunnu bert siga, at vit eru ikki sørt ørkymlað av ymisku frágreiðingunum. Forkvinnan, Maud Wang Hansen, hevur í Kringvarpi Føroya ført fram, at 1 tími um vikuna at fyrireika pedagogiska arbeiðið er í lagi. Somuleiðis viðgongur forkvinnan, at áseting er í sáttmálanum um fyrireikingartíð, men at tað er ymiskt, hvussu fyrireikingin verður skipað frá einum dagstovni til annan. Hon sigur, at nakrir dagstovnaleiðarar ráðleggja, so at tíð er til fyrireiking, meðan aðrir ikki leggja arbeiðið til rættis, so at fyrireikingarmøguleikar eru. Eftir øllum at døma eigur møguleiki at vera at broyta mannagongdir og starvsskipanir, so at meiri fyrireikingartíð kann vera í arbeiðstíðini.

Soleiðis sum forkvinnan í Pedagogfelagnum leggur málið fram, skal tað ikki geva kommununum eyka útreiðslur at áseta fyrireikingartíð í sáttmálan (áseting er longu í sáttmálanum fyri dagstovnaøkið).

Aðrir leiðarar á kommunalum dagstovnum hava hinvegin ført fram, at talan skal vera um í minsta lagi 3 tímar til fyrireiking til hvørt starvsfólk um vikuna, meðan aðrir hava nevnt, at 1 tími um dagin, altso 5 tímar um vikuna skulu til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Fleiri leiðarar á kommunalum dagstovnum hava í sama viðfangi ført fram, at sjálvandi kostar ein slík áseting um fyrireikingartíð, tí skal eitt starvsfólk fyrireika seg, so skal eitt annað starvsfólk inn í staðin.

Kravið hjá Føroya Pedagogfelag er ógreitt og ikki ber til við vissu til at siga, hvør kostnaðurin av eini møguligari broyting í fyrireikingartíðini fer at verða. Um vit skilja leiðararnar á dagstovnaøkinum rætt, so krevur meira fyrireikingartíð uppnormeringar á dagstovnunum. Talan er tá um veruliga kostnaðarøking fyri kommunurnar - hvussu nógv meira økið fer at kosta valdast væl, hvør fær fyrireikingartíð, hvussu nógvar tímar og undir hvørjum treytum.

Kommunurnar hava á leið 2/3 av teimum1.900 limunum hjá Føroya Pedagogfelag í starvi, og skulu hesir úr dagliga arbeiðinum at tilrættisleggja pedagogiska arbeiðið, kemur hetta at hava stóra ávirkan á kostnaðin av dagstovnaøkinum. Meirkostnaðurin av fyrireikingartíðini á dagstovnunum skal fíggjast antin við hægri foreldragjaldi ella við hægri kommunuskatti.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er ikki í iva um, at starvsfólk á dagstovnaøkinum skulu hava tíð at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Somuleiðis eru vit ikki í iva um, at fyrireikingartíð er nakað, sum okkara dugnaligu dagstovnsleiðarar skipa og fyrisita á kommunalu dagstovnunum. At skipa og fyrisita dagliga arbeiðið á dagstovnunum er ein leiðsluuppgáva; tað er kommunali arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av, at fyrireikingartíðin er nøktandi.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

tann 9. februar 2012