Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd.

Kunning fyri at forða fyri ótta

Venjing var Leygarmorgunin 24. nov 2012.

Tórshavnar Sløkkilið skipar vanliga fyri venjingum 2 ferðir um mánaðin, fyrsta og annað hóskvøld í mánaðinum, soleiðis at manningarnar fáa roynt sín førleika.

Leygarmorgunin var ein slík venjing á skránni, men varð gjørt eitt sindur meira gjørt burtur úr!

Venjingin var ætlað tyrlumanningini hjá Atlantic Helecopters, kavarunum hjá Tórhavnar Sløkkiliðið, Kavarum hjá Brimli, og Rescue Lív.

Leygarmorgunin kl. 10:00 fekk MRCC Tórshavn boð um at eitt óhapp var hent beint innanfyri Glyvursnes, har ein bátur við 4 fólkum var hálvdur og brúk var fyri kavarum og fólki at leita.

Brimil, Rescue Lív og Kavaraliði hjá Tórshavnar Sløkkiliði, blivu útkallaði. Harumframt bleiv bjargingartyrlan hjá Atlantic Helecopters eisini boðsent.

Tórshavnar Sløkkilið er vitandi um, at tá venjingar eru so umfatandi, kemur ofta ótti á fólk, tí henda kunning, sigur Heini Østerø, innsatsleiðari.