Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunngerðin skal tillagast báðar partar

Landsstýriskvinnan í almannamálum og kommunufeløgini samd um at gera tillagingar í kunngerð um røktarheim og eldrasambýli.

Landsstýriskvinnan í almannamálum og umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava á fundi fyrrapartin umrøtt kunngerðina um røktarheim og eldrasambýli, sum kom í gildi 1. september 2013.

Partarnir eru samdir um í felag at gera tillagingar í kunngerðini, soleiðis at báðir partar kunnu taka undir við innihaldinum í kunngerðini. Ætlanin er at arbeiði skal vera liðugt áðrenn 1. november 2013.