Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kunngerðablaðið talgilt

Løgtingið samtykti tann 10. desember eina lógarbroyting, sum heimilar, at Kunngerðablaðið kann gevast út talgilt í staðin fyri sum pappírsblað. Kunngerðablaðið hevur verið givið út síðani 1. oktober 1988. Í blaðnum verða allar løgtingslógir, kunngerðir og aðrar rættarreglur kunngjørdar fyri landsins borgarum.

Frá 1. januar 2013 verður Kunngerðablaðið givið út talgilt. Tað er Innlendismálaráðið, sum stendur fyri útgávuni.

Kári P. Højgaard, landstýrismaður sigur :

“Eg haldi , at tað er eitt stórt og týðandi framstig, at eisini vit nú kunnu geva Kunngerðablaðið út talgilt. Hetta fer at geva munandi fleiri føroyingum møguleika at fylgja við og kunna seg um, hvørjar nýggjar rættarreglur eru settar í gildi.”

Aftaná 1. januar 2013 fer at bera til at tekna hald til talgiltu útgávuna av Kunngerðablaðnum á heimasíðuni www.kunngerdaportalur.fo (virkin frá 1. jan.).

Haldið er ókeypis.