Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ben Arabo, stjóri

Kunnandi fundir um Atlantic Petroleum

Í tíðarskeiðnum fram til 10. desember ber til at tekna nýggj partabrøv í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Tveir almennir kunnandi fundir verða í vikuni. Greitt verður frá sjálvari kapitalhækkingini, komandi skrásetingini á Oslo Børs og framtíðarætlanum hjá felagnum.

Tíðindaskriv frá Atlantic Petroleum

Fyrri fundurin verður í Østrøm í Tórshavn, fríggjadagin 6. desember, klokkan 15.30.

Seinni fundurin verður í Løkshøll í Runavík, leygardagin 7. desember, klokkan 13.30.

Atlantic Petroleum er virkið í frálanda olju- og gassvinnuni í Bretlandi, Noregi, Føroyum, Írlandi og Niðurlondum. Felagið framleiðir í løtuni olju og gass úr trimum leiðum í bretska partinum av Norðsjónum. Frá 2015 verður væntandi farið undir at framleiða olju úr eini fjórðu leið í sama øki. Harafturat hevur felagið fleiri leitiloyvi við stórum menningarmøguleikum.

Felagið hevur stórar ætlanir um vøkstur, serliga í Noregi. Tí er ætlanin at útvega 150–200 mió. kr. við at bjóða út nýggj partabrøv. Við at skráseta seg á Oslo Børs væntar felagið at fáa ágóða av tí serkunnleika, sum norska íleggjaraumhvørvið hevur á olju- og gassøkinum.

Nevndin í Oslo Børs góðkendi í gjár at Atlantic Petroleum kann verða skrásett á Oslo Børs.

Øll eru vælkomin til fundirnar