Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kúgan og útskiljing í staðin fyri javnrættindi og kærleika

Í morgun lósu børn lestur. Lesturin var um hin miskunnsama samáriubúgvan.

Við vegin lá tann av røvara sundurknústi maðurin og trongdi harðliga til hjálp.

Tveir mans, ið vórðu mettir at vera sera gudiligir, og tí - sum eina sjálvfylgju - vildu vísa tí sundurknústa næstakærleika, riðu framvið hvør eftir annan, tí lógirnar søgdu, at teir á veg til tempultænastu ikki máttu røra við nakað óreint.

Síðani kom triðji maðurin ríðandi á sama vegi sum hinir báðir – presturin og levitturin – høvdu riðið. Hetta var ein samáriubúgvi, sum ikki var í høgum metum millum jødar, tí samáribúgvar ikki vóru ektaðir jødar, men blandaðir. Men samáriubúgvin tók hjartaliga synd í tí knústa og hjálparleysa manninum. Hann steig niður av eslinum, gav honum alla tað fyribilshjálp, sum hann var førir fyri at geva, áðrenn hann lyfti hann upp á esilið, og síðani reið hann við honum til eitt gestgevarastað, har hin særdi og illa á holdum komni kundi fáa alla tað hjálp, honum tørvaði.

Samáribúgvin rindaði fyri búðstað, mat og viðgerð og legði teimum eina við at gera alt tað besta fyri mannin, meðan hann varð á ferð, tí hann skuldi gjalda tað, ið tað kostaði, tá hann kom framvið aftur.

Samáribúgvin, ið ongin roknaði við, framdi næstakærleiksgerningar, meðan presturin og levitturin, ið fólk pr automatik roknaðu og rokna við, sum góðir religiøsir tempultænarar, teir sviku. Okkara sokallaðu sjálvlærdu prestar og levittar hava enn ikki lært av samáritananum, hóast boðini tá - sum nú - vóru og eru: Far tú og ger líka so (sjálvandi sum hin miskunnsami samáritanin).

Vit eru øll vælvitandi um, at tað tíverri eru fólk í okkara landi, sum av ymsum orsøkum verða tilsíðissett og gjørd minni verd enn onnur. Hesi føla seg ofta sum annanrangsmenniskju og gerast sjúk av sálarliga trýstinum og einseminum, ið ofta fylgir við. Tey kunnu gerast sjúk av støðuni í styttri ella longri tíð, nøkur gerast sálarsjúk, og onkur tekur lívið av sær. Í slíkum førum sakna vit ofta samáritanan, meðan bæði presturin og levitturin kunnu passa seg sjálvar, tí teir bert gera ilt verri. Ja, summir luttaka í sálarligu kúganini, og eru soleiðis við til at skapa trupulleikarnar. Ófatuligt.

Og mangir av okkara sokallaðu høgrakristiligu leggja stein oman á byrðu í staðin fyri at lætta um og vísa næstakærleika í praksis. Teir leggja stórar forðingar fyri javnrættindum fyri øll og senda sostatt negativ signalir viðvíkjandi teimum, ið teir ikki loyva at vera við. Hetta hava vit júst sæð í tingsalinum. Teir ´kristiligu´ bundu tinglimir niður, so teir ikki fingu atkvøtt eftir egnari sannføring Langt, langt úti – ódemokratisk, ósolidariskt og ómiskunnsamt. Hvat halda menn???

Vónandi sigrar hin kærleiksfulli og miskunnsami kristindómurin við tíðini.

Hin fundamentalistiska bókstavskristindómin hevur eingin brúk fyri ella gagn av.

Lat okkum – óansæð alt - vera nakað fyri hvønn annan.

Dagfinnur Danbjørg.