Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KT er basalt: Heimleiðis tiltak í Vinnuhúsinum 26. nov

26. nov. 2015 kl. 16.00, skipar KT-felagið fyri einum heimleiðis tiltaki fyri øllum KT-áhugaðum. 

Í sambandi við at KT-felagið fer undir eitt átak, sum skal varpa ljós á styrkirnar í føroysku KT-vinnuni, bjóðar felagið til heimleiðis tiltak, har høvi verður at fáa ein kaffimunn og eitt gott prát við onnur KT-áhugaði.

Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum, fer at greiða frá ætlanunum og nýggju kt.fo heimasíðuni hjá felagnum. Eisini fer Jan Ziskasen, nýggi stjórin á Føroya Tele, at fortelja um, hvussu hann sær talgildu framtíð Føroya fyri sær.

Tiltakið er frá kl 16:00 til 17:00. Øll eru vælkomin.