Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KSS: Vit risikera at tapa á altjóða marknaðinum

Tað er stórur tørvur á starvsfólki á KSS. Tað er mest í smiðjuni, t.v.s. maskinsmiðir og sveisarar, men eisini til sjálva bedingina, á goymsluni, søludeildini og aðra staðni hevði verið gott við meira fólki.

“Okkara kundar flóta. Teir kunnu  leggja at aðrastaðni uttanlands at fáa tænastuna, sum vit veita.” fortelur Esther Dahl, HR-leiðari á KSS. “Harumframt hava vit eisini útlendskar kundar, sum koma henda vegin. Vit noyðast tí at vera kappingarfør í mun til ta rokning, vit senda. Tá lønin hækkar, hækkar rokningin eisini. Tað er skrúvan uttan enda og til endans verður føroyska vinnan ikki kappingarfør.” 

Renna skjótari

KSS veitir heildartænastur innan maskin- og motorøkið, og er eisini umboð fyri t.d. fiskapumpuslangur og ávísar motorar. Tað starvast um 70 starvsfólk, harav 16 lærlingar, á KSS. HR-leiðarin, Esther Dahl, sigur, at tey hava merkt tørvin á arbeiðsmegi eina tíð, men serliga er tað tó frá byrjanini av 2021, at tey av álvara hava merkt tørvin. Hendan vinnugreinin hevur nógv at gera. Tað er nógvur aktivitetur. Uppgávurnar umborð á skipunum er lutfalsliga javnt, men tað er eisini nógv at gera á landi. 

“Tíbetur hava vit eina trúfasta kjarnu av starvsfólkum, men hesi mugu fyri tíðina renna skjótari enn vanligt. Vit eru eisini so heppin, at fyrrverandi lærlingar, sum nú ganga á Vinnuháskúlanum, eru klárir at taka tøk í vikuskiftum og ferium. Hetta gongur enn, men tað er ein spurningur um, hvussu leingi tað kann blíva við.” 

Ringt at finna starvsfólk

Sambært Esther Dahl er tað trupult at finna fólk við røttu førleikunum. “Vit mangla dugnaligar hendur. Vit kundu gott brúkt 10-15 fólk afturat. Vit hava søkt, men tað er trupult at finna fólk, sum duga tað, sum vit hava tørv á.” Esther Dahl vísir á, at tað er sera lágt arbeiðsloysi nógva staðni  í Europa, og tí er tað stak trupult at finna røttu starvsfólkini. “Vit brúka vikarbureau til at skaffa okkum útlendsk starvsfólk. Sum er, meta vit tað vera ov møtimikið at finna tey sjálvi, tí tað er næstan ógjørligt at finna fólk.” 

“Vit hava nokk ikki mist ordrar, men tað er nógv arbeiði í vikuskiftinum fyri at klára alt. So vit halda ikki, at kundar og samstarvsfelagaðar merkja, at vit mangla fólk. Men vit síggja, at øll eru í somu støðu. Tí er tað eitt stórt forstáilsi fyri støðuni flest allar fyritøkur eru í í løtuni”, heldur Esther Dahl. 

Mugu viðurkenna trupulleikan

“Tað er neyðugt, at politiska skipanin viðurkennir, at her er ein reellur trupulleiki, sum kann steðga búskaparligu framgongdini í føroyska samfelagnum, og at tað tí má gerast okkurt.”  

Esther Dahl heldur ikki, at tað er nøkur løtt loysn, men í øllum førum kann tað undra, at vit hava skipanir, sum geva fyrimunir til føroyingar at arbeiða uttanlands, samstundis sum føroyski arbeiðsmarknaðurin manglar hesa arbeiðsmegi. “Vit mugu eisini fáa fleiri lond undir ES-skipanina, sum ger tað lættari at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Um tað er trupult at lata heilt upp beinanvegin, kann man í øllum førum tryggja, at øll lond í Evropa eru undir hesi skipan. T.d. eru borgarar í Stóra Bretlandi og Sveis, so vítt eg veit, ikki undir hesi skipan.” 

“Tað er ilt at siga, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri okkum upp á longri sikt, men mist kappingarføri verður uttan iva ein avbjóðing. Og vøkstur verður í longdini ógvuliga trupul, um vit ikki hava fólk á øllum neyðugu postunum. Hetta merkir, at ikki fleiri arbeiðspláss verða skapt, og steðgar vøksturin, merkir hetta eisini – ikki bara hjá okkum, men generelt - at tað við tíðini verða færri og færri arbeiðspláss. Her eru vit ikki enn – tíbetur, men vit mugu ikki lata eyguni aftur fyri hesari óhepnu avleiðing, um henda støðan sleppur at halda fram í longri tíð” staðfestir Esther Dahl.