Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KSF: Vilja hava frælsið til at skipa egnan bygnað á eldraøkinum

Tíðindaskriv:

Kommunustýrini í limakommununum í Kommunusamskipan Føroya hava á fundi í Reykjavík 7. mars 2013 viðgjørt ætlanirnar at leggja kommununum eldraøkið 1. januar 2014.

Kommunustýrini siga at eldraøkið liggur best hjá kommununum, men neyðugt er, at ávísar fyritreytir eru til staðar, og at nøkur viðurskifti eru avgreidd, tá ið økið verður lagt út.

Millum annað er neyðugt at landið og kommunurnar í felag gera tað lógargrundarlag, sum økið skal virka eftir, aftaná at tað er lagt kommununum at umsita. Hetta er neyðugt til tess at tryggja, at lógarkrøvini ikki forða kommununum í at loysa uppgávurnar á eldraøkinum skynsamt, fíggjarliga og bygnaðarliga, eins og lóggávan skal tryggja, at kommunurnar hava møguleika til at laga uppgávurnar á eldraøkinum til staðbundin viðurskifti.

Kommunurnar ynskja sostatt ikki at yvirtaka verandi bygnað á eldraøkinum, men vilja hava frælsið til at skipa sín egna bygnað.

Kommunustýrini eru somuleiðis á einum málum um, at neyðugar fíggjarligar útgreiningar mugu gerast í sambandi við, at eldraøkið skal leggjast kommununum.

Havandi í huga at eldraøkið frameftir fer at vaksa í vavi og kostnaði, og at økið í framtíðini verður millum størstu avbjóðingunum hjá vælferðarsamfelagnum er neyðugt, at land og kommunur eru samd um, hvør fíggjartørvurin er í dag, og hvussu hesin sannlíkt fer at broytast í framtíðini.

Grundað á nevndu viðurskifti hava kommunustýrini gjørt semju um eina yvirlýsing, sum er send landsstýrinum í dag, 7. mars 2013.