Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KSF stýrisfund á deplinum í Skálavík

Seinasti stýrisfundur hjá KSF innan summarsteðgin, var hildin á deplinum í Skálavík í góðveðrinum fríggjadagin 15. juni 2012.

Í dýrdarveðri og í sera góðum umstøðum hittist stýrið og starvsbókur í KSF til seinasta stýrisfundin innan summarsteðgin. Fundur var hildin í frálíku hølinum á nýggja Deplinum í Skálavík.

Umframt drúgva skrá í samband við stýrisfundin, har millum annað yvirtøka av eldraaøkinum var viðgjørd, so var eisini høvi hjá stýrinum at vitja ymsa staðni í oynni. Vitjað var millum annað á nýggja barnaskúlanum á Sandi, har í Eli og Lilian vístu runt. Skúlin var tikin nýtslu í 2009 og kann rúma útivið 80 børnum. Í løtuni ganga gott 50 børn frá 1. til 5. flokk á skúlanum.

Eisini var vitjað í nýggju ítróttarhøllini, sum eftir ætlan stendur liðug seinni á ár. Høllin liggur við meginskúlan og fótbóltsvøllin.

KSF ætlar, at 1 til 2 stýrisfundir árliga skulu haldast úti í limakommununum heldur enn í hølum felagsins í Tórshavn. Hetta gevur stýrinum frálíkt høvi til at kunna seg um viðurskiftini í einstøku kommununum, eins og hetta sum heild virkar mennandi fyri samstarvið í stýrinum.

(Kelda: www.ksf.fo)