Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KSF: Kommunurnar setast út av spælinum, sum byggimyndugleiki

§ 15b tykist stutt og greitt at hava til endamáls at seta kommunurnar út av spælinum sum byggimyndugleika í sambandi við íbindingina av Skálafjarðartunnlinum. KSF heitir tí á landsstýrismannin um at taka § 15b úr aftur uppskotinum, sigur KSF í viðmerking til uppskot um broyting í løgtingslóg.

Viðv. uppskoti um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.

Kommunusamskipan Føroya (KSF) hevur fingið uppskot um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð til hoyringar. Svarfreistin er 15. juli 2013. juni.

KSF hevur ikki viðmerkingar til spurningin um, í hvørjum formi tunnulin skal byggjast. Felagið hevur einans viðmerkingar til § 15 b í uppskotinum. Í § 15b stendur, at landsstýrismaðurin í kunngerð kann áseta, at hann fær tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverkætlanini, um kommunurnar seta fram ynski um hetta, ella um so er, at tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava heruppií, at verkætlanin kann fremjast.

Sum § 15b, stk. 1, er orðað, kann henda regla sostatt fyrst koma í brúk, um kommunurnar seta fram ynski um tað, og síðan um tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava.

Viðmerkingarnar til § 15b, stk. 1, fáa tað at ljóða so, at ásetingin er í kommunala áhuganum, tí endamálið sigst í fyrstu atløgu vera “at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa landið, um kommunurnar ynskja tað, at taka yvir byggimálsviðgerðina í hesum máli, sum er størsta mál um útbygging av undirstøðukervinum í Føroyum nakrantíð.”

Allar kommunurnar kring tunnulin, sum eru limir í okkara felag, er stórar og fult førar fyri at taka tey øll neyðug atlit sum byggivald. Tískil tykist hesin partur av greinini um, at kommunurnar møguliga seta fram ynski um at avhenda byggimyndugleikan til landsmyndugleikarnar, ikki viðkomandi fyri limakommunurnar í KSF.

Seinni parturin av § 15b, stk. 1, sum heimilar, at landsstýrismaðurin flytir myndugleikan, um tað er neyðugt grundað á fíggjarlig atlit hjá loyvishava, tykist púra óviðkomandi og ósakligur. Hvussu kunnu fíggjarviðurskiftini hjá loyvishavarnum gera tað neyðugt, at byggimyndugleikin flytir frá kommunu til land? Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at landið, fyri at lætta um hjá loyvishavara, vil tryggja sær rættin til at gera aðra og bíligari íbindingarloysn enn hana, sum kommunalu myndugleikarnir hava ætlanir um.

§ 15b tykist stutt og greitt at hava til endamáls at seta kommunurnar út av spælinum sum byggimyndugleika í sambandi við íbindingina av Skálafjarðartunnlinum. KSF heitir tí á landsstýrismannin um at taka § 15b úr aftur uppskotinum.

Vinarliga vegna Kommunusamskipan Føroya

Heðin Mortensen, formaður

/Eyðun Christiansen, aðalskrivari