Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KSF í ferð við at fyrireika ein umfatandi skeiðspakka fyri komandi kommunustýrið

Aðalfundurin hjá Kommunusamskipan Føroya 2012.

Fríggjadagin 16. mars 2012 var ársaðalfundur í Kommunusamskipan Føroya. Umframt formliga fundin, ið var hildin sambært viðtøkum felagsins, vóru eisini trý landsstýrisfólk á vitjan og høvdu framløgu um síni málsøki.

Fyrsti parturin av aðalfundinum var hildin sambært viðtøkum felagsins. Gunvá við Keldu forkvinna í KSF legði fram frágreiðing um virki felagsins í farna árið, og um ætlanir felagsins í framtíðini.

Forkvinnan í Kommunusamskipan Føroya kom í frágreiðing síni millum annað inn á vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar, sum eftir ætlanin verður hildin seint í apríl mánað. Í KSF er semja um, at ov nógvar óvissur eru knýttar at fólkaatkvøðuni, og verða hesar ikki greiddar, so gevur tað lítla og onga meining at hava eina vegleiðandi fólkaatkvøðu. Í ringasta føri kann hon gera meira skaða enn gagn. Forkvinnan heitti tí í ársfrágreiðingini á landsstýrið, um at fara í samráð við kommunur og kommunufeløgini og fáa greiðu á teimum ivamálum, sum eru.

Forkvinnan hevðist í ársfrágreiðing síni eisini at landsstýrinum fyri at hava minka inntøkugrundarlagi hjá kommununum, í sambandi við at skattur av pensjónum framyvir bert skal falla í landskassan, og ikki sum nú bæði í land- og kommunukassarnar. At leggja eldraøkið út til kommunurnar, samstundis sum skattliga býti millum land og kommunur grundleggjandi verður broytt til fyrimuns fyri landið, hongur ikki saman, og verður heldur ikki góðtikið, segði forkvinnan millum annað.

Forkvinna takkaði at enda fyri gott samstarv hetta valskeiðið, sum skjótt er at enda komið. Hon boðaði samstundis frá, at KSF var í ferð við at fyrireika ein umfatandi skeiðspakka fyri komandi kommunustýrið, ið taka við eftir 1. januar 2013.

Í seinna parti av aðalfundinum vóru upplegg og kjak á skránni. Í ár vitjaðu landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø og Jørgen Niclasen landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Annnika Olsen greiddi frá ætlanunum um at leggja eldraøkið og stovnsøkið, sambært barnaverndarlógini, út til kommunurnar at umsita. Hon førdi fram sínar hugsanir, um hvussu arbeiðið skuldi skipast í samstarvið millum land, kommunur og fakfólk.

Í næstum fer landsstýriskvinnan at senda kommunufeløgunum uppskot um arbeiðssetning, tíðarfreistir, og manning av arbeiðsbólkum.

Bjørn Kalsø greiddi frá ætlanunum á fólkaskúaløkinum. Hann segði, at út frá samgonguskjalinum so kom skúlin at verða lagdur út aftaná, at eldraøkið var lagt út. Somuleiðis segði hann, at hann hevði ynskt, at kommunurnar høvdu lagt saman sjálvboðið, innan at fólkaskúlan var lagdur kommununum. Hinvegin gjørdist hetta veruleiki, so var neyðugt at leggja fólkaskúlan út í kommunal samstørv. Annars segði landsstýrismaðurin seg hava serligan tokka til smáu bygdarskúlarnar, sum høvdu givið honum góðan førning, samstundis sum hann ásannaði, teir fyrimunir, sum eru við størri skúlaeindum. Landsstýrismaðurin tosaði í hesum føri eisini av egnum royndum, frá starvstíð síni á størri skúla í Klaksvík.

Jørgen Niclasen greiddi frá, hvussu landsstýrið sá fyri sær, at øki, sum vóru løgd út til kommunurnar, skuldi fíggjast. Hann legði tó stóran dent á, at landsstýrið ikki hevði nakran endaliga leist fyri hvussu økini skuldi fíggjast, men at leisturin skuldi finnast í samráð millum land og kommunur.

At enda legði hann stóra áherðslu á, at hann hevði givið kommununum lyfti um at taka málið viðvíkjandi skattinum av pensjónunum uppaftur sum skjótast. Hann ætlaði ikki at kommunur skuldi missa inntøkur orsaka av broytingini í skattingini av pensjónum. Skerda inntøkugrundarlagi hjá kommununum skuldi takast uppaftur í samband við arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan.

Eftir framløgurnar var lívligt kjak millum fundarfólki. Serliga var ætlaða fólkaatkvøðan um kommunusamanleggingar nógv umrødd, men eisini spurningar viðvíkjandi eldraøkinum vóru fleiri.

At enda takkað Gunvá við Keldu bæði kommunustýrislimum og landsstýrisfólkum fyri gott og gevandi kjak, sum helst hevði kunna hildið áfram, hevði tíðarætlanin loyvt tí.