Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krúpandi kvotufiskarar ella virkisfúsar veiðumenn?

Føroysk fiskivinna er komin framat grundleggjandi valum. Uppisjóvarfiskaríið liggur í avtaluloysi, botnfiskastovnarnir eru søguliga lítlir, línu og útróðrarflotin er álvarsliga hóttur. Samstundis spankulerar landsstýrsmaðurin í fiskivinnumálum sum ein havsins harri, og býtir út almennu ognirnar til tey sum trúliga krúpa fyri valdinum, við lyftum um stuðul til næsta val. Er hettar leiðin at uppala stoltar veiðumenn? Er hettar kósin fyri fiskivinnutjóðina Føroyar.

Vit kenna okkum øll sum fiskimenn í Føroyum. Eru vit tað ikki sjálvi, so er antin pápin, grannin, abbin ella gubbin tað. Harvið eru og hava vit verið óloysiliga knýtt at havsins tilfeingi í skjótt hálvaaðru øld. Privatbúskaparliga eins og samfelagsbúskaparliga. Fíggjarligu sveiggini í samfelagnum, hava í stóran mun verið speglaði í toskaprísinum. Og soleiðis er framvegis, tó at makrelurin er farin at spæla okkum nýggjar tónar.

200 fjórðinga fiskimørkini avmarkaðu fiskiveiðurættindini, og hóast avtalur um fiskiveiðurættindi hjá grannunum í søguligum og býtishandlum, er veiðumannaverðin hjá fiskimanninum broytt munandi. Stoltu nýbrotini á fjarfiskileiðum, Columbuskenslan, er avloyst av umsitingarbindingum, avmarkingum, og ikki minst politiskari smálutastýring.

Mitt í øllum hesum hurlivasa skulu reiðarin, skiparin og fiskimaðurin royna at fóta sær. Men sum fiskivinnan hevur verið umsitin síðani fiskidagaskipanin sá dagsins ljós, tykist fremsti fiskivinnuførleikin vera at kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum.

Vanligi borgarin skilir helst ikki allan veruleikan, men ónøgdin og sundurlyndið í samfelagnum veksur í eini tíð, har fremsta málið hjá stjórnini átti at verið brúgvabyggjar millum fólkið í landinum býr, og tjóðarbyggjarar Føroyum at frama.

Tað síðsta nýggja, á so máta, er at línuflotin heldur enn at fáa veiðurættindi á hóskandi farleiðum, eitt nú Flemish Cap, sum eg sjálvur havi mælt til, ella í Barentshavinum, sum eitt nú Henrik Old, hevur mælt til, so tykist loysnin hjá hesari samgonguni verða at gera virkisfúsar veiðumenn, til krúpandi kvotufiskarar. Fram fara ógvuliga ivasamir skipahandlar, har søla av ókeypis tillutaðari makrelkvotu, er endamálið. Landsins tilfeingi, slúsa niður í nakrar trúgvar lummar, við landsstýrismansins vælvild, hóast lyfti til poltisku skipanina um tað øvuðgta.

Landsstýrismaðurin skuldi heldur siglt annan sjógv, og t.d. útskriva nøkur royndarloyvir í altjóða sjógvi, eitt nú Irmingarhavinum eftir makreli. Hesum hevur áhugi verið fyri. Beinleiðis vinningurin við at loyva veiðu aðrastaðni, er at trýstið á Føroyagrunnin minkar.

Áheitanin á samgonguna skal tí vera at leggja lunnar undir eina vinnu, har tað loysir seg at arbeiða, vinna og veiða, heldur enn at uppala krúpandi kvotufiskarar.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður