Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kroppurin slatrar

Kroppurin hevur eitt minnið og minnist sorg, ferðsluóhapp, hjúnarskilna, yvirgang, happing og kynsligan ágang. Henryette Demant, kropsterapeutur, fer í vikuni at halda fyrilestur um kropstilvitan. Fyrilesturin verður bæði í Stephanssonshúsi í Havn og á Seglhúsloftinum á Tvøroyri.

Tíðindaskriv:

Upplivingar, ið vit hava verði úti fyri fyrr ávirka okkum alt lívið , og kunnu forða okkum í at møta framtíðini við áliti og forvitni.

Hevur tú verið útsett fyri kynsligum ágangi sum barn, so vil kroppurin eisini altíð minnast tað, og tað setur síni spor, sjálvt um tú ikki vilt.

Lær at lurta eftir tínum kroppi og fá tín besta vin fyri lívið:

Henryette Demant fer at greiða frá, hvussu kroppurin minnist alt, sjálv tað, sum vit sjálvi hava gloymt. Hon fer eisini at greiða frá, um hvussu umráðandi tað er at lurta eftir sínum egna kroppi.

Seglhúsloftið:

Fyrilesturin verður týsdagin 27. august kl. 20:00 á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Tiltakið er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug.

Stephanssonshús:

Mikudagin 28. august kl. 19:00 verður fyrilesturin í Stephanssonshúsi í Havn. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tekna til við at senda SMS á fartelefon 273344.