Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krog krøkti

Perlur: Býráðskonan tryggjaði ognina aftur fyri túsund kr. Oyggjatíðindi 13. juni 2008:

Oyggjatíðindi hevur í longri tíð gjørt recurch - kanna umstøðurnar á Sandi, og serliga hví vátt er í reiðrinum millum borgarstjóran á Sandi og blomstur- og dansiband-familjuna, Poulsen, á Kjálkanum.

Vit leita eftir einari orsøk fyri, hví tað, sum hendir í Skopun hevur støri týdning fyri kringvarpsmannin enn tað sum hendir heima á Sandi, har hann sjálvur býr.

Hóast Elis Poulsen, ikki manglar smyrjing tá hann einsamallur stýrir mikrofonuni, so hevur hann valt at vera tigandi, tá Oyggjatíðindi hevur spurt seg fyri - eitt nú um bygging uttan loyvi o.a.

Vit hava kortini funnið útav, at Elis Poulsen er 55 ára gamal, at hansara favoritt-matur er fiskur ala Kjálkin, og fiskefat, sum konan ger í karry.

Í frítíðini gongur Elis langar túrar í náttúruni, og hann pástendur, at hann eisini fiskar og annars hugnar sær heima hjá familjuni.

Elis sigur seg lurta eftir blandaðum tónleiki, dansiband, jazz, rock, country...

Og so hava vit funnið útav, at Elis Poulsen hevur upplýst fyri norðmonnum, at:

Favoritt tv-program: Jeg er nyheds freek, Dagsrevyen.

Og hundurin Sussy er hansara favorittur millum dýrini.

Nyheds freek. Ja, hví ikki. Her er so ein, sum eigur at hava hansara áhuga.

Men fyrst mugu vit minnast til, at Elis Poulsen, hevði eitt vakstrarhús á Sandi, sum fór í knús í stormi og eftirfylgjandi á heysin við stórum tapi fyri landskassan.

Men konan, Jonna Krog Poulsen, hevði lagt seg væl í feltið. Hon var vald í bygdaráðið, og helt seg persónliga ikki aftur í at viðgera og atkvøða vakstrarhúsøkið aftur í familjuna.

Jonna Krog setti seg báðu megin borðið, vísir útskrift úr gerðabókini hjá Sands kommunu 20. juli 1998.

Konan á Kjálkanum skrivar sjálv í gerðabókina:

Viðvíkjandi grundøki matr. nr. 183 c, har vakstrarhúsið stóð.

Á fundi 20. apríl 1998 samtykti bygdaráðið at bjóða uppá stykkið, sum var til sølu, eina symbolska upphædd uppá 1.000,00 kr.

Skiftirætturin hevur nú avgjørt at selja bygdaráðnum stykkið fyri 1.000,- kr. tí bygdaráðið hevur ábyrgd av upprudding av glasi, sum stykkið er dálkað av.

Býráðið hevur søkt Føroya Landsstýri um loyvi at keypa stykkið og selja tað aftur til fyrrverandi eigaran av stykkinum, Jonnu Krog Poulsen, fyri 1.000,- kr. + allan kostnað til sakførara. Samstundis átekur J.K. Poulsen sær upprudding av glasi, soleiðis at bygdaráðið er leyst av øllum krøvum, stendur í gerðabókini, sum býráðskonan hjá Elis Poulsen, sjálv skrivar.

Ongastaðnar sæst, at Jonna Krog Poulsen, heldur seg hava ilt í habilitetinum.

Bygdaráðslimurin, Jonna Krog Poulsen, tinglýsir stykkið 3. november 1998, sum hon sjálv var við til at atkvøða sær á fundinum 20.juli 1998.

Oyggjatíðindi hevur fingið upplýst, at tá Jonna Krog Poulsen, tinglýsir stykki, hevur hon ikki avroknað til Sands Kommunu.

Og her liggur bukkurin. Her liggur hatrið til Páll á Reynatúgvu, sum eftir hetta gerst borgarstjóri, og fær møguleika at hygga eftir hvat er farið fram.

Vit vita ikki hví Jonna Krog Poulsen ikki betalir fyri stykki, men tað er týðiligt, at tá borgarstjórin byrjar at anda hana í nakkan, fer hon í pungin og betalir.

Vit vita, at borgarstjórin noktar at góðkenna roknskapin hjá kommununi orsaka av hesi insidara-gøluni frá 1998, tó at hann noktar at gera viðmerkingar til málið.

Vit kunnu róliga staðfesta, at tað, sum býráðslimurin Krog, keypti fyri 1.000,00 kr. + dingliber, er nú sett í pant fyri 400.000,- kr.

Og hartil kemur, at glasið er ikki tikið upp enn. Krog krøkti væl!?