
Kristina Háfoss: Landssjúkrahúsið hevur tørv á meirjáttan
Kristina Háfoss, Landsstýriskvinna svarar upp á fyrispurning nr. 23/2016 eftir §52a í tingskipanini frá Heðin Mortensen løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðið við fíggjarlógini og játtanarskipanini, við atliti at játtanini til landssjúkrahúsið í 2017
1.Metir landsstýrismaðurin, at gongdin í arbeiðinum við fíggjarlógaruppskotinum er nøktandi, tá tað kann koma fyri, at meira enn ein mánað eftir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini kemur fram, at Landssjúkrahúsinum tørvar 16 milliónir aftrat, um virksemið ikki skal verða skert, og starvsfólk søgd úr starvi?
2.Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at slík støða ikki kemur fyri aftur – at ein av okkara týdningarmestu stovnum, sum politisk semja er um at byggja upp, eftir øllum at døma av óvart, og uttan politiska viðgerð, verður hóttur við skerjingum?
Svar
Samgongan hevur sett sær fyri at uppraðfesta heilsumál, samstundis sum førdur verður ein skynsamur og varin fíggjarpolitikkur.
Politiska skipanin hevur samráðst – fyrst í vár um játtanarkarmar – og seinni í summar - um fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár. Hesar samráðingar hava givið tað úrslit, sum er latið løgtinginum sum fíggjarlógaruppskot 30. september.
Seinni hevur tað víst seg, at játtanartørvurin á Landssjúkrahúsinum er størri enn væntað varð í september.
Tað hevði verið ynskiligt, at hesar upplýsingar vóru tøkar, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fyri Løgtingið. Dentur verður lagdur á, at tryggja at so er, og fer eisini framhaldandi at verða lagdur dentur á hetta.
Hinvegin kann tað eisini koma fyri, at broyttar fyritreytir frá september til desember gera tað neyðugt at broyta fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár, áðrenn hetta verður samtykt endaliga í desember.
Leggjast kann afturat, at boðað varð frá í sambandi við játtanarkarmarnar í vár, at neyðugt er at fremja tillagingar á heilsuøkinum fyri at røkka virksemisvøkstrinum og at tálma útreiðsluvøkstrinum.
Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at Landssjúkrahúsið hevur tørv á meirjáttan fyri at reka verandi virksemi komandi ár, saman við teimum uppraðfestingum, ið samgongan ynskir. Eitt nú eru 5 mió. kr. settar av til serliga pulju at fáa fleiri serlæknar í starv, eins og farið verður undir mammografi-screening.
Landsstýrið hevur latið Løgtingsins Fíggjarnevnd broytingaruppskot, ið m.a. økir játtanina til Landssjúkrahúsið, samstundis sum avlopið í dagførda fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 verður 200 mió. kr.
Harvið tryggjar fíggjarlógaruppskotið mál samgongunnar, ið bæði er at uppraðfesta heilsuverkið, samstundis sum dentur verður lagdur á skynsaman fíggjarpolitikk og vaksandi avlop.
Tinganes, 10. desember 2016
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna