Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KRISTINA HÁFOSS Á VILLINISTÍGGJUM

Fíggjarmálaráðharrin royndi í tíðindunum á døgurða í dag at rættvísgera rokningina á 25 mió. kr., sum hon uttan ávaring hevur sent kommununum. Fyri kommunala geiran eru grundgevingarnar snøgt sagt ræðandi og bera boð um ein ráðharra, sum onga virðing hevur fyri kommununum, og sum ikki vísir vilja at skilja, hvat eitt greitt fíggjarligt ábyrgdarbýti millum land og kommunur merkir. Tvørtur ímóti. 

Hendan støðan er serliga ræðandi, tá ið hugsað verður um, at sami ráðharri javnan tosar um virðiligt samstarv millum land og kommunur, tá ið ræður um fíggjarstýring. 

Kommunurnar ov stórar inntøkur
Sambært Kristinu Háfoss hava kommunurnar fingið 100 mió. kr. meira inn í kommunuskatti higartil í ár. Hesum hevur fíggjarmálaráðharrin rætt í, men inntøkuvøksturin hjá landskassanum higartil í ár er so nógv størri enn 100 mió. kr. Stórur búskaparvøkstur er í øllum samfelagnum. Tað gleðast vit øll um; men tað er ikki tí, at landið hevur gjørt nakað serligt. Hvussu gevur hetta fíggjarmálaráðharranum rætt til at senda kommununum eina rokning á 25 mió. kr. við tí fyri eyga at økja metstóra yvirskotið í landskassanum við 9,4 milliónum aftrat, meðan hon letst sum um, at landið gevur fyritíðarpensjónistum nakað? 

Kommunurnar fáa størri inntøkur frá samhaldsfasta
Fíggjarmálaráðharrin vísir á samhaldsfasta. Inngjaldið í samhaldsfasta er vaksið og harvið eisini útgjaldið. Hetta merkir eisini, at skattainntøkurnar av útgjaldinum frá samhaldsfasta vaksa, bæði hjá landi og kommununum. Men tað eru vanligir arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, sum gjalda inn í samhaldsfasta. Hví skal tað geva Fíggjarmálaráðharranum rætt til at senda kommununum eina rokning á 25 mió. ?

Viðbótin til pensjónistar vaks undir seinastU samgongu
Undanfarna samgonga gav pensjónistum ein bata við at hækka viðbótina til fólkapensjónistar. Hetta gav landi og kommunum størri skattainntøkur. Hví gevur hetta Fíggjarmálaráðharranum rætt til nú at útskriva kommununum eina rokning á 25 mió. kr. í 2018 ?

Má steðgast
Omanfyri havi eg nevnt tær tríggjar grundgevingarnar fíggjarmálaráðharrin borðreiddi við á døgurða í dag. Grundgevingarnar eru veruleikafjarar og hava einki innihaldsligt virði. Uttanumtos, í besta lagi.

Tað sum verri er: Hetta vísir eisini ein ráðharra, sum skal eitast at hava evsta fíggjarliga eftirlitið við landi og kommununum. Sum tosar um virðiligt samskifti millum land og kommunur og um at samskipa almenna búskapin. Men sum í verki lítilsvirðir kommunurnar, fólkaræðisligu grundeindirnar í samfelagnum, útum alt mark. Og sum ikki hevur skilt evstu meginregluna í einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Gjalda og vald hanga óloysiliga saman, skal skipanin vera trygg og dygg. Land og kommunur mugu sjálvsagt sjálvi fíggja tey øki, sum tey hvør í sínum lag hava ábyrgd av. 

Tað ber ikki til at látast raðfesta og hjálpa, men í roynd og veru tvinga ein annan part at rinda eina alt ov stóra rokning fyri hjálpina, og síðani stinga rest í egnan lumma.

Tað skal verða mín vón, at Løgtingið steðgar hesi vandamiklu gongd, sum er í ferð við at undirgrava alt tos um eitt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu