Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristina Bærendsen

- leggur fram nýggju fløguna Nothings Here To Stay á Hotel Føroyum í dag

Tað er sanniliga ein frøi, at kunna hava møguleikan at leggja orð á hesa fantastisku útgávuna hjá Kristinu. 

Kristina vildi hava meg at ummæla útgávuna og nú eg siti við nýggju útgávuni fái eg eina góða og rørandi kenslu. 

Vit hava her eina songkvinnu, sum er sprottin úr sera ríkum og góðum tónleikaumhvørvi. 

Kristina er dóttir kenda countrysangaran Alex Bærendsen, sum eg sjálvur hevði nógv tónleikaligt saman við í 70´unum og 80´unum.

Nú er Alex so aftur við dóttrini á konsertini í dag og má tað kennast gott fyri hann, at Kristina nú leggur seinnu útgávuna fram, sum ivaleyst fer at fáa sera góða móttøku.

Tað er stuttligt at síggja Alex aftur á palli, eftir at hann ikki hevur gjørt so nógv við framførslur hesi seinnu árini.

Í hesi útgávuna, er tað sjálvur sonur Johnny Cash, John Carter Cash, sum hevur staðið fyri upptøkunum og má tað sigast, at hann hevur lagt eitt sera gott arbeiði úr hondum.

Upptøkurnar er gjørdar í heimastudionum, sum Johnny Cash lat gera í smáttu síni.

At hon hevur Jákup Zachariassen við sær, er onki meira enn ein sjálvfylgja, tí er tað nakað Jákup hevur megnað, so er tað at fáa føroyska countrytónleikin upp á tað støði, hann er í dag.

Leiðin út í heim
Á fløguni eru nakrir av kendu sangunum hjá Kristinu, sum eru kladdir í ein nýggjan og sera góðan, enskan búna og so eru tvey nýggj løg eisini komin við.

Kristina hevur nevnt nakrar ferðir, at hon fegin vil sleppa at royna seg sjálva uttanlanda og er tað júst endamálið við ensku tekstunum.

Henda útgávan skal kunna lata nýggjar hurðar upp, sum eg onga løtu eri í iva um, hon fer at gera.

Hvørt tað einasta av løgunum ber boð um sera góðan og kvalitetsríkan countrytónleik, har okkurt av løgunum eisini hevur eitt íslett av Blue Gras.

Tú, Kristina, hevur eina rødd av Guds stóru náði, tí tú hevur ikki bara røddina, men eg eri ikki í iva um at ára langa samstarvið við Hall Joensen eisini hevur ment teg – FLOTT!

Fríðálvur A. Jensen

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=sSnIbPd7mFU]