Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KRISTINA BÆRENDSEN - Grand Prix í Reykajvík

Kenda føroyska sangkvinnan, Countrysangarinnan Kristina Bærendsen, verður at hoyra og síggja beinleiðis í Íslendska sjónvarpinum RÚV leygardagin 04. mars, tá seinna umfarið í Íslendsku Grand Prix kappingini verður, og tá vinnararnir til finaluumfarið verða kosnir. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Finalukappingin verður leygardagin 11. mars í Laugardalshøllini í Reykajvík, og verður eisini send beinleiðis í Íslendska Sjónvarpinum RÚV.

Tað er Mark Brink, ættaður úr USA, men búsitandi í Íslandi, sum hevur skrivað sangin, ið Kristina skal
syngja. Tá Mark Brink hoyrdi Kristinu syngja á eini konsert á Hafnafjørdinum í apríl í fjørd, sum varð hildin til heiðurs fyri countrysangaran Merle Haggard, sála, tá varð hann so hugtikin av hennara rødd, at hann gjørdi av, at føroyska Kristina skal syngja hansara Grand Prix sang. Mark kendi einki til Kristinu áðrenn tað. 

Sangurin, sum Mark Brink skrivaði, og sum Kristina skal syngja, eitur “Tú og eg,” og hon kemur at syngja saman við Íslendska sangaranum Pálli Rósinkranz. Sangurin verður framførdur á Íslendskum sum duet. 

Sangurin hjá Mark Brink var millum teir 200, sum vóru sendir inn til kappingina, og hann bleiv ein av teimum 12, sum komu ígjøgnum nálareyga og sostatt innstillaður til Íslendsku Grand Prix sangkappingina.  
Vónandi koma Kristina og Páll at vera millum vinnararnar leygarkvøldið, og um so er, so verða tey við til finaluna í Laugardalshøllini leygardagin 11. mars. Tá verður sangurin farmførdur á enskum. 

Kristina hevur verið í Reykjavík seinastu vikurnar, har hon hevur fyrireikað seg til sangkappingina, saman við sangarum, tónleikarum, framleiðarum og øðrum. Jákup Zachariassen og hansara steel-guittari verða við á pallinum leygardagin. Kristina er dóttir kenda countrysangaran Alex Bærendsen. Hon er 26 ára gomul, og hon sigur í samrøðu við Sosialin, at skal hon hugsa um at gera seg galdandi uttanfyri tryggu karmarnar á heimavøllinum, so skal tað vera nú, og nú gjørdist  møguleikin ein veruleiki.  

Tá finallistarnir frá teimum lokalu Grand Prix kappingunum eru funnir, so verður stóra Euro-Vision átakið í Kiev í Ukreine í døgunum 9, 11 og 13 mai. 

Kringvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá Grand Prix kappingini leygardagin 04. mars.