Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristin oftast fyri mismuni

Kristin eru nógv oftari fyri mismuni enn jødar og muslimar. Sambært eini nýggjari kanning, eru kristin í Evropa tann bólkurin, sum oftast er fyri sokallaðum ‘hate crimes’ (haturs álopum).

Tað er eysturríkski felagsskapurin Observatory on Intolerance and Discrimination against Christians in Europe, sum nýliga hevur givið út ársfrágreiðing fyri 2011. – Kanningin vísir, at 85 prosent av øllum hatursálopum eru móti kristnum. Hetta er ein veruleiki, sum ikki eigur at verða tagdur burtur í almenna rúminum, sigur Gudrun Kugler, sum er leiðari hjá felagsskapinum.

Felagsskapurin hevur kannað 180 ítøkiligar hendingar, har kristin hava verið fyri ótollyndi og mismuni, og harafturat eru savnað nógv hagtøl um ágang á kirkjugarðar og kristnar felagsskapir í fleiri evropeiskum londum.

Sambært felagsskapinum verða kristin avbyrgd bæði sosialt og í politiska lívinum. Eisini á arbeiðsplássum gerst tað alsamt truplari hjá kristnum at liva í samsvari við teirra samvitsku. Tað er galdandi fyri til dømis lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og tænastumenn.

Tey kristnu verða avmarkað í teirra trúar-, tali- og skrivifrælsi, og tey noyðast at liva við revsiatgerðum og teirra súmbolir eru fyri herverki.

Til dømis vísir kanningin, at 95 prosent av øllum antireligiøsum, harðskapsálopum, sum fóru fram í Skotlandi, vórðu framd móti kristnum. Í samsvari við hetta halda 74 prosent av kirkjufólkinum í Stórabretlandi, at kristin oftari eru fyri mismuni enn ikki-kristin, skrivar Trúboðin, ið sigur seg hava tíðindini frá Kristeligt Dagblad.