Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristiliga Sangkórið avmyndað uttanfyri donsku kirkjuna í London, har kórið tíðliga í summar sang við føroyska Guðstænastu, sum føroyingafelagið í býnum skipaði fyri.

Kristiliga Sangkórið hátíðarheldur 60 ára føðingardag

Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, fyllir í ár 60 ár. Í hesum sambandi hevur kórið verið uttanlandsferð í Onglandi, og leygardagin 12. oktober verður føðingardagurin hátíðarhildin í Østrøm við framsýning og konsert.

Tíðindaskriv 10. oktober 2013

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór, varð sett á stovn í 1953, og heldur sostatt sín 60 ára føðingardag í ár. Hetta hevur millum annað verið hátíðarhildið við eini songferð uttanlands, eins og føðingardagurin nú verður hildin í Føroyum.

Í fyrstu atløgu gekk leiðin til Onglands, har kórið 9. juni sang við føroyska guðstænastu í donsku kirkuni, sum liggur í St. Katharine’s Precinct í London. Hendan Guðstænastan kom í lag í samstarvi við Føroyingafelagið í London.

Ein av mannligu limunum í Kristiliga Sangkórinum, Heri Joensen, sóknarprestur í Havn, helt prædikuna hendan dagin. Harumframt hevði Hanus Joensen, ið stjórnar Kristiliga Sangkórinum, urgufylgispælið undir guðstænastuni.

Dagin eftir gekk leiðin til kenda víkingabýin York í Norður-Onglandi, har kórið tveir dagar seinni sang Sct. Helen’s Church. Eins og í London var framførslan í York í føroyskum búna.

Nú er túrurin so komin til at hátíðarhalda føðingardagin her heima. Leygardagin 12. oktober verður jubileumstiltak í Østrøm, har dagurin byrjar klokkan 15 við framsýning, og síðani verður konsert klokkan 17.

Byrjaðu á Sjómansheiminum

Um søguna hjá Kristiliga Sangkórinum er at siga, at tað var danin Holger Borgen Lindhardt Hansen - vanliga nevndur Borgen Hansen – ið arbeiddi sum landsgranskoðari í Føroyum í fimtiárunum, sum tók stig til kórið. Avgerðin um stovnanina varð tikin á Sjómansheiminum í Havn, har fyrsti kórleiðarin og konan búðu eitt skifti, áðrenn tey fluttu í íbúð við Pedda við Steinsgøtu.

Sum dani, ið júst var fluttur til Føroya, var kórið eitt frálíkt høvi hjá Borgen Hansen at fáa samband við føroyingar. Hann fekk nógv vinfólk ígjøgnum Kristiliga Sangkórið, og tilknýtið til kórið hjálpti honum væl til at læra føroyska málið, hevur seinni sagt.

Fyrstu tíðina var kórið ein samanrenning av fólki, ið høvdu tilknýti til *Sjómansheimið, KFUM og K og lærlingar á sjúkrasystraskúlanum.

Borgen Hansen flutti úr Føroyum í 1960, men hann varðveitti sambandið við kórið allatíðina. Millum annað var hann sum 87 ára gamal í Føroyum og stjórnaði kórinum, tá tað í 2003 fylti 50 ár.

Kristiliga Sangkórið telur í dag umleið 30 sangarar. Kórleiðari er Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, ið hevur stjórnað kórinum síðani 1997. Hann er eisini tann av kórleiðarunum, ið hevur stjórnað Kristiliga Sangkórinum longst.

Kórleiðararnir hesi seksti hava annars verið hesir: Holger Borgen L. Hansen Frank Reinert, Alfred Dahl, Eilif Samuelsen, Jóannes Nolsøe, Knút Olsen, Kári Bæk, Bjarni Restorff, Pauli í Sandágerði, Gordon Cocking, Inga Strøm, Hans Pauli Tórgarð og Hanus Joensen

Trý av teimum, sum framvegis syngja í Kristiliga Sangkórinum, hava verið við heilt frá byrjan av í 1953. Tey eru Emmy Hermansen, Hallgerð á Lofti og Jóhan Restorff Jacobsen. Kórið venur fast í KFUM einaferð um vikuna í vetrarhálvuni.

Vert er at nevna, at Kristiliga Sangkórið í sambandi við 60 ára jubileumshaldið hevur fingið dyggan stuðul frá Norðurlandahúsinum, Tórshavnar Kommunu, Føroya Stiftsstjórn, Vesturkirkjuni, Mentamálaráðnum og Effo.