Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Johan Johannessen

Kristiliga Sangkórið fyllir 60 ár

Í ár eru 60 ár liðin síðani Kristiliga Sangkórið í Havn varð stovnað, og í hesum sambandi fer kórið á eina viku langa songferð til Onglands. Millum annað fer kórið at syngja við føroyska guðstænastu í donsku kirkjuni í London og í Sct. Helen’s Church í kenda víkingabýnum, York. Í heyst verður jubileumshald hildið í Føroyum.

Tíðindaskriv 5. juni 2013:

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt blandað kór, varð sett á stovn í 1953, og heldur sostatt sín 60 ára føðingardag í ár. Hetta verður millum annað hátíðarhildið við eini songferð uttanlands, eins og føðingardagurin verður hildin við songframførslum og framsýning í Føroyum til heystar.

Í fyrstu atløgu gongur leiðin til Onglands, har kórið millum annað fer at syngja við til føroyska guðstænastu í donsku kirkuni, sum liggur í St. Katharine’s Precinct í London. Hetta verður komandi sunnudag klokkan 14. Guðstænastan er komin í lag í samstarvi við Føroyingafelagið í London.

Tað verður ein av mannligu limunum í Kristiliga Sangkórinum, Heri Joensen, sóknarprestur í Havn, sum prædikar hendan dagin. Harumframt fer Hanus Joensen, ið stjórnar Kristiliga Sangkórinum, at hava urgufylgispælið undir guðstænastuni.

Dagin eftir gongur leiðin til kenda víkingabýin York í Norður-Onglandi, har kórið fer at syngja í Sct. Helen’s Church. Hetta verður týsdagin 11. juni klokkan 13. Eins og í London verður framførslan í York í føroyskum búna.

Um søguna hjá Kristiliga Sangkórinum er at siga, at tað var danin Holger Borgen Lindhardt Hansen - vanliga nevndur Borgen Hansen - sum í fimtiárunum arbeiddi sum landsgranskoðari í Føroyum, ið tók stig til kórið. Avgerðin um stovnanina varð tikin á Sjómansheiminum í Havn, har fyrsti kórleiðarin og konan búðu eitt skifti, áðrenn tey fluttu í íbúð við Pedda við Steinsgøtu.

Sum dani, ið júst var fluttur til Føroya, var kórið eitt frálíkt høvi hjá Borgen Hansen at fáa samband við føroyingar. Hann fekk nógv vinfólk ígjøgnum Kristiliga Sangkórið, og tilknýtið til kórið hjálpti honum væl til at læra føroyska málið, hevur seinni sagt.

Fyrstu tíðina var kórið ein samanrenning av fólki, ið høvdu tilknýti til Sjómansheimið, KFUM og K og lærlingar á sjúkrasystraskúlanum.

Borgen Hansen flutti úr Føroyum í 1960, men hann varðveitti sambandið við kórið allatíðina. Millum annað var hann sum 87 ára gamal í Føroyum og stjórnaði kórinum, tá tað í 2003 fylti 50 ár.

Kristiliga Sangkórið telur í dag umleið 30 sangarar. Kórleiðari er Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, ið hevur stjórnað kórinum síðani 1997. Kórið venur fast í KFUM einaferð um vikuna í vetrarhálvuni.

Trý av fólkunum, sum framvegis syngja í kórinum, hava verið við heilt frá byrjan av í 1953. Tey eru Emmy Hermansen, Hallgerð á Lofti og Jóhan Restorff Jacobsen.

Vert er at nevna, at Kristiliga Sangkórið í sambandi við 60 ára jubileumshaldið hevur fingið dyggan stuðul frá Norðurlandahúsinum, Tórshavnar Kommunu, Føroya Stiftsstjórn og Vesturkirkjuni.