
Kristian M. Isaksen vann lutakastið um 12500 krónur
Fríggjadagin 2. desember var lutakast um 12500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Kristian M. Isaksen í Klaksvík. Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 18. oktober 2015 á Mýlingsgrunninum og var fingin við línu á nærum sama staði 16. januar 2016. Vøkstur var eingin í hesum stutta tíðarskeiðnum.
Lutakastið varð hildið í hølunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka í Havn. Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins, tók tann vinnandi seðilin. Landsgrannskoðanin helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Fiskimannafelagnum og ynskir Kristiani tillukku við vinninginum.