Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristel Lisberg

- eigur eitt pláss millum tey stóru! 

Eg undrist eitt sindur um hennara pláss í føroyska tónleikinum, men tað ger hana sanniliga ikki til ein minni tónleikara í míni verð – tvørturímóti.

Kristel er ein av teimum, eg havi serligan tokka til, tí hon hevur eitt fantastiskt talent og ein stríðsvilja, sum ger hana til nakað heilt serligt.

Tá hon kom út við “Without You” fekk eg hesa kensluna av onkrum altjóða og avbjóðandi og var tað sanniliga eisini galdandi fyri “In The Lights.”

Eg havi sagt tað so ofta fyrr, at tað eg leggi mest í innan tað tónleikaliga og list yvirhøvur er, at eg føli hetta inniliga í framførsluni og tað er nakað Kristel dugir.

Hon hevur ikki bara eina super rødd, men leggur út við einum boðskapi, sum fær meg at koma við og tað følist heilt fantastiskt.

Sum eg nevndi, haldi eg ikki Kristel hevur fingið ta pláss, hon hevur uppiborið, so eg føli eina ávísa kenslu av “svikt” og manglandi virðing, sum eg haldi vit eiga at taka til okkum.

Tað er ikki bara at fara undir eitt tónleikaligt projekt, tí tað er langur vegur frá sangskrivingini, lagsetingini, upptøkunum, mastringini og at lidna úrslitið er borðbart.

At meta um hetta við borðberingini er so heldur ikki altíð lættasta uppgávan at koma til, men eitt er at siga um hennara avrik, at tey eru bæði væl frágingin, tí eg føli hesa kensluna av einum sera dugnaligum tónleikara og einum arvi, sum henni er borin.

Fyri at koma til hetta við kensluni og tí, eg kann føla í hennara miðvísa arbeiði fyri tí hon hevur at bera, so er tað ivaleyst eisini hendingin í ´99, tá hon misti beiggjan í ógvisligu ferðsluvanlukkuni í Øravík.

Hávarður var eisini dugnaligur tónleikari, so tað er ongin ivi um, at Kristel má hava følt missin sera sváran, sum eg onkursvegna eisini kann føla í hennara “passión” í framløgunum.

Hon er sprottin úr dugnaligari familju innan tónleikin, so eg havi aftur her hesa kensluna av inngrógvnum genum og ivaleyst eitt heim við nógvum tónleiki, so tað kann ikki undra, at vit her hava ein sera dugnaligan tónleikara.

Eg vil bara aftur koma til okkum sjálvi, at vit taka slíkan dugnaskap til okkum og geva okkara herðaklapp til hesi.

Tað er ongin ivi í mínari verð, at Kristel hevur alt sum skal til, tí hon hevur ikki bara hesa fantastisku røddina, men so er hon eisini ein super klaverleikari.

Fríðálvur A. Jensen